Frá 1. januar til 30. juni í ár vístu hagtølini, at í alt 74 menniskju hava vent sær til KRIS fyrra hálvár í ár. Sama tíðarskeið í fjør var talið 71.
Hagtølini hjá KRIS fyri fyrra hálvár 2020 vísa, at tað vóru 3 fleiri áheitanir í 2020, samanborið við sama tíðarskeið 2019.
Í mars mánað í ár vóru tað bara ein helvt av áheitanum til KRIS, sammett við sama tíðarskeið í 2019. Í apríl í ár vaks talið við 8, meðan mei mánaði vísti eina minking niður í næstan eina helvt aftur.
Orsøkin kann vera, at landið lat aftur, skúlar stongdu og arbeitt bleiv heima, heldur enn á arbeiðsplássunum, og møguliga merkir tað, at aðrir trupulleikar vóru lagdir til síðis fyribils.
Arbeitt hevur verið heima, samstundis sum børnini hava verið ansaði í heimunum. Tey ungu hava verið avskorin frá flest øllum frítíðarítrivi, sosialari samveru og fingið undirvísing heimanífrá.
Hetta hevur heilt sikkurt verið ein avbjóðing fyri mong.
Vegleiðig og ráðgeving hevur verið avmarkað hjá KRIS í seinastuni, men tað hevur kunnað latið seg gjørt við at tosa við fólk á telefon, kjatti, telduposti og á video fundum.
KRIS, hevur latið uppaftur fyri persónligum samrøðum. Men nú Korona smittan av álvara hevur tikið seg uppaftur kring landið, er neyðugt at vera varin. Tí eru onkrar av samrøðunum gjøgnum tlf. og á øðrum sosialum miðlum. Tað sær út sum um, at nógvir trupulleikar eru settir til síðis undir corona-stongslinum, men tað merkir ikki, at fólk ikki hava brúk fyri hjálp.