Leygardagin 25. august verður okkara árliga landsinnsavnan. Vit hava ognað okkum nýggj hølir á Toftum, har vit skulu húsast framyvir. Umvælingar eru enn í gongd, og tí fer allur peningurin, ið kemur inn, óskerdur til húsini.
Nýggju hølini geva okkum munandi betur umstøður til at bjóða ókeypis ráðgeving og hjálp til tey, ið hava verið fyri kynsligum ágangi og at upplýsa um kynsligan ágang.
Soleiðis kanst tú stuðla:
- lat pengar í bússurnar, ið koma runt landið leygardagin 25. august
- SMSa KRIS til 1910 fyri at lata 100 kr.
- Flyt pengar á konto 6460-573.888.3