KRIS við á landsráðstevnu í Noregi um evnið: “Kynsligur ágangur á netinum”.
Mánadagin, tann 29. mai fóru umboð frá felagsskapinum KRIS á vitjan í Noregi.
Komin til Noregs, vórðu vit boðin til SMISO. Hetta er styttingin fyri “Støttesenter mot incest og seksuelle overgrep”. Hetta sentrið liggur í Bergen. Vit fylgdu teirra arbeiði ein heilan arbeiðsdag, og var hetta sera áhugavert.
Henda dagin var ymiskt á skránni. Persónar, sum brúka sentrið, vórðu bodnir til ein góðan bita saman við starvsfólkunum har. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum er hvønn týsdag. Eisini vóru vit saman við starvsfólkunum, sum høvdu felags supervisión. Hetta var sera áhugavert og ein sera góður og læruríkur dagur.
Mikudagin, tann 31. mai byrjaði landsráðstevnan í Stjørdal, sum liggur nakað uttan fyri Trondheim. Hetta var ein landsráðstevna, sum vit vóru so heppin at verða boðin við til. Á skránni vóru nógvir sera áhugaverdir fyrilestrar, m.a.:
“Udsatte menn”
Fyrsti fyrilesturin hevði heitið “Utsatte menn”, har Jarle Holseter, leiðari í felagsskapinum Utsatt mann, og Raymund Lønberg, vegleiðari í SMISO, Agder, søgdu frá, um teirra MC – turné frá Lindesnes til Nordkapp. Túrurin bleiv gjørdur til ein film, og dokumentarsendingin “Utsatt mann” bleiv víst í NRK í desember mánaða 2016. Í sendingini sæst, at við endan á hesum túri, bleiv ein av monnunum á hesi ferðini – raktur av fortíðini. Ein kann síggja sendingina, við at trýsta á leinkjuna: her
“Seksuelle overgrep på nett “
Ein annar fyrilestur var um “Seksuelle overgrep på nett.” Fyrilesturin var hildin av KRIPOS, sum er ein landsfevnandi eind, har tað verður gjørt eitt fyribyrgjandi arbeiði, í samb. við skipaðum og øðrum álvarsligum brotsverkum. Bjørn-Erik Ludvigsen, politiovasti á deildini fyri kynslig lógarbrot, og Thomas Ranum, politiovasti á deildini fyri neyðtøku, tosaðu um fíldeiling í peer-to-peer-netkervi. (P2P) ger tað lætt at finna og deila tilfar um ágang av børnum á netinum. Løgreglumyndugleikin í øllum Evropa og teirra samstarvsfelagar eru nú, við hjálp frá Europol og EMPACT, byrjað at nýta júst hesi netkervi, til at basa ólógligari útlutan av tílíkum tilfari. Sí leinki: her
“Jakten på nettovergriperne”
Eisini er verdur at nevna fyrilesturin “Jakten på nettovergriperne”. Håkon F. Høydal, journalistur á VG, hevur gjøgnum verkætlanir, so sum “Nedlasterne,” “Direkt sendte overgrep” og “Det mørke nettet,” verið við til, at seta sjóneykuna á kynsligan ágang á netinum. Hann hevur vunnið fleiri norskar og altjóða virðislønir fyri sítt arbeiði. Sí leinki: her
Fyrilestrar av ymiskum slag vóru í 3 dagar. Gestablídni var í hásæti. Umleið 200 fólk frá 20 ymiskum felagsskapum úr øllum Noregi og KRIS í Føroyum vóru møtt. M.a. vóru umboð frá løgreglu, psykiatri, heilsusystrum og barnavernd við á ráðstevnuni. Ein sera góð kensla at møta hesum mongu felagsskapunum, sum øll vildu geva frá sær og deila vitan. Hetta kann sanniliga nevnast tvørfakligt samstarv, sum felagsskapurin KRIS framhaldandi ynskir at gera brúk av bæði innan- og uttanlands.
Hesin túrurin hevur sannført okkum enn meira um, at samstarv innan stovnar og felagsskapir er sera umráðandi, og tað ger, at vit kunnu síggja trupulleikarnar frá fleiri sjónarhornum og tann vegin skapa nýggjar møguleikar og loysnir.