20. juni 2019

Starvslærutíðin liðug hjá Beintu


Beinta M Andreasen

Beinta M Andreasen er í ferð við at útbúgva seg til sosialráðgeva í Aalborg og hevur síðani februar mánaða verið í starvsvenjing hjá KRIS.

Nú starvslærutíðin er at enda komin, hevur hon svara nøkrum spurningum, um tíðina hon hevur verið her.

Hvussu leingi hevur tú verið í starvsvenjing hjá KRIS?
• Eg byrjaði í starvsvenjing hjá KRIS í februar og í dag er síðsti dagur hjá mær, so eg havi verið her í 5 mánaðir.

Hví valdi tú at sleppa í starvsvenjing hjá KRIS?
• Eg búgvi til dagligt í Aalborg og vildi tí gjarna sleppa heim í starvsvenjing, fyri at síggja, hvussu umstøðurnar at arbeiða sum sosialráðgevi eru her heima. Eg vildi fegin royna okkurt, sum var eitt sindur øðrvísi enn tað vanliga sosialráðgevastarvið, og valdi tí at søkja hjá KRIS og fekk jaligt aftursvar um, at eg kundi byrja í starvsvenjing her fyrst í árinum. Eg hevði eisini áhugað innan hetta økið og vildi gjarna læra meira um seinárin og aðrar fylgjur av kynsligum ágangi.

Hevur tú fingið meira vitan innan kynsligan ágang og seinárin av hesum?
• Ja, uttan iva. Eg visti, at hetta økið er øðiliga umfatandi og tørvur er á júst hesum felagsskapinum. Men eg varð kløkk at síggja hvussu stórur tørvurin veruliga er. Eg havi lært, at hetta er ein sárbarður málbólkur, men hóast hetta, so er tað øgiliga týdningarmikið at tosað verður um hetta evnið. Seinárin av kynsligum ágangi eru øgiliga umfatandi og mugu takast í álvara – og tað er júst tað, ið felagsskapurin ger.
Eg havi lært at við hjálp av terapi, samrøðum og við sjálvhjálparbólkum kann ein, ið hevur verið úti fyri kynsligum ágangi fáa eitt gott og støðugt lív, hóast tað tey hava verið útsett fyri. Tað er týdningarmikið at varpa ljós á hetta evnið og at rætta eina hjálpandi hond út til tey, ið hava verið útsett.

Hevði tú trúð, at kynsligur ágangur ger so stóran skaða?
• Eg havi altíð vitað, at ein persónur, ið hevur verið útsettur fyri kynsligum ágangi hevur tað trupult. Men eftir at eg havi verið í starvsvenjing her, havi eg verið vitni til, hvussu stóran skaða hesin ágangurin ger. Tað eru nógv ymisk fólk, ið veita sær hjálp frá KRIS og hetta vísir eisini, at ágangurin kann ganga fyri seg allastaðni. Eg eri bara ótrúliga glað fyri at vita, at fólk kunnu venda sær til hendan felagsskapin og fáa alla ta hjálpina tey hava brúk fyri – heilt ókeypis.

Upplivdi tú, at starvsfólkið hjá KRIS eru ílatin til hesa uppgávuna?
• Ja, uttan iva! Tey eru ágrýtin og álítandi. Tey hava eina sera stóra vitan innan hetta økið og vita akkurát hvussu tey skulu veita tað hjálp, ið viðkomandi hevur brúk fyri. Eg haldi tað er gott at vita, at ein kann ringja til KRIS til eina og hvørja tíð og tað er ein, ið svarar telefonini og setir sær tíð av til at svara og hjálpa tær. Eisini haldi eg at tað er gott, at starvsfólkini her bjóða undirvísing til ymsar stovnar og feløg, fyri at varpa ljós á hetta evnið og hervið gera eitt stórt fyribyrgjandi arbeiði.

Vit hjá KRIS hava verið sera glað fyri at hava Beintu M Andreasen í starvsvenjing.
Vit vita at Beinta kemur at arbeiða frá hjartanum tá hon verður liðug við sína útbúgving sum sosialráðgevi.
Vit vilja trygt lata hana aftur til skúlan og ynskja henni alt gott í framtíðini.