Mikukvøld koyrdi eg til Toftir at møtast vid KRIS. Tad regnadi so illani, at eg mátti koyra langt undir markinum fyri at koyra trygt. Tískil varð eg 5min ov sein til fundin. Men eg fann lættliga fram til á Kneysanum 6, har KRIS heldur til. Eg renni inn í húsið og brádsteðgi, tá glashurðin róliga letur seg upp. Eg merkti ómetaligan tryggleika og kærleika skola yvir meg tá eg traðkaði inn, og har kom ein ávísur friður yvir meg, hóast eg var 5min ov sein. Tá eg so møtti kvinnunum frá KRIS vóru kenslurnar bara styrktar.
Tær fýra kvinnurnar, ið vóru har tað kvøldið vóru:
Beinta M Petersen (Forkvinna í KRIS)
Gvøðbjørg West, (Dagligur leiðari hjá KRIS).
Hon hevur lisið 3 ár psykoterapi í Føroyum og hevur verið fleiri ferð av landinum i samband við lesnað.
Og Sigvør og Malan, ið starvast har til dagligt.
Vit vóru síðan víst runt í nýggja húsinum og tað fyrsta eg legði merki til, var at hetta kendist ikki sum ein klinikk, men meiri sum eitt heim. Sera vakurt bygt og innrætta. Tá tær so søgdu frá tí megnar arbeiðinum sum tær hava gjørt higartil, so skilur man virkuliga hví tær hava fingið stuðul frá landinum. Fantastiskt! Tær hava hvørt eitt oyra uppiborði og meiri avtrat.
Tær vilja eisini fegin bjòða seg til at koma ùt á allir stovnarnar í landinum fyri at deila vitan um kynsligan ágang út til øll í hava tørv á tí. Tó er støðan í dag so, at stovnarnir mugu sjálvir biðja um hetta. Her hevði verið deiligt um landið setti tað sum krav eins og fyrstuhjálparskeið. KRIS lærir ein at síggja eyðkennini hjá einum misbrúktum barnið og hvussu ein handfer støduna osfr. Hesar kvinnurnar vita veruliga hvat tær tosa um. So er nakar í iva, kann man altíð ringja og fáa ráðgeving.
KRIS samstarvast vid Red Barnet, sum gevur teimum tilfar so sum barnabøkur, ið KRIS ætlar at umseta til føroyskt og geva út.
Eisini kann ein og hvør venda sær til KRIS á tlf.nr (448181).
Tær svara telefonini døgndrift. Tað er mangan hent at onkur hevur havt tørv á hjálp kl.03 um náttina. Onkuntíð er eisini farið ùt til viðkomandi at veita hjálp.
Bara í ár eru higartil 75 nýggj offur tilmelda KRIS og eru hesi í aldrinum ímillum 18 og 60ár. Hetta talið er longu sera høgt og hugsar man so um øll tey, sum enn ikki hava søkt sær hjálp, kann man ímynda sær at talið er nógvar ferðir hægri.
Tað hevði verið ynskiligt, at har verður eitt breiðri samstarv ímillum allir áhugabólkarnar, so øll kunnu samstarvast um at geva offrinum tann besta stuðulin tað kann ynskja sær. Hetta er jù ikki lætt at fara ígjøgnum. Hví skulu vit gera tað stravnari?
At enda vil eg fegin takka KRIS fyri tað megnar arbeiði tær gera!
So hevur tú verið útsett/ur fyri kynsligari misnýtslu ella kennir tú onkra/n sum er, so kontakta endiliga:
KRIS á tlf.nr. 448181 ; KRIS@KRIS.fo
ella far á heimasíðu teirra www.kris.fo
Hervør Lútzen