Notice: Function _load_textdomain_just_in_time was called incorrectly. Translation loading for the eventorganiser domain was triggered too early. This is usually an indicator for some code in the plugin or theme running too early. Translations should be loaded at the init action or later. Please see Debugging in WordPress for more information. (This message was added in version 6.7.0.) in /mnt/wordpress_data/fo.kris/wp-includes/functions.php on line 6121

Notice: Funktionen _load_textdomain_just_in_time blev kaldt forkert. Indlæsning af oversættelse for twentysixteen-domænet blev udløst for tidligt. Dette er normalt en indikator for, at noget kode i pluginet eller temaet kører for tidligt. Oversættelser bør indlæses ved init-handlingen eller senere. Se venligst Fejlfinding i WordPress for mere information. (denne meddelelse blev tilføjet i version 6.7.0). in /mnt/wordpress_data/fo.kris/wp-includes/functions.php on line 6121
Kris – Side 11 – Kris

Takkarskriv til bússuberarar og Føroya fólk !

Hjarta skal til alt arbeiði, um ein ikki hevur hjarta við er líkamikið. Út frá einum hjarta kann tú útinna so nógv, ja nógv meira enn ein sjálvur ánar. Ofta hoyrir man : Hann/hon er so hjartagóð/ur – hvat er tað ? At vera hjartagóður er akkurát tað vit í stuðulsgrunninum hjá KRIS hava upplivað hetta vikuskiftið til okkara landsinnsavnan. Glaðir bússuberarar, vælklæddir fóru sínar rutur í bygd og bý. Afturmelding hevur verið góð. Hetta einans tí hjarta er báðar vegir. Ein stór tøkk til okkara bússuberarar, fyri tykkara ídni, jaliga sinnalag, góða hjarta og stuðul. Føroya fólk: Ein stór tøkk fyri tykkara stuðul, takk fyri tit tóku væl ímóti og takk fyri tykkara hjartalag.

Vinarliga Stuðulsgrunnurin hjá KRIS

Fyrilestur – Tað tú ikki sá

Patrik Sjøberg, fyrrverandi ítróttarstjørnafer at hava tveir fyrilestrar í Føroyum.

Fyrri fyrilesturin verður í Løkshøll 20- 21 .mars kl 19 – 21 –og seinni verður í Norðurlandahúsið 21. mars kl. 19 -21

Hóast allari framgongd, heiðursmerkjum, og tað fyri miðlunum flottu útsjóndina hjá “ítróttarlegendini”, so var tað tað, sum vit ikki sóu, sum nívdi Patrik Sjöberg.

Mál, sum lágt mett, rakar trý børn í hvørjum flokki. Patrik Sjöberg varð fyri kynsligum ágangi av einum av sínum nærmastu, einum vaksnum, sum hann hevði álit á, maðurin, sum bleiv kendur fyri framstig hjá Patrik – venjaranum Viljo.

Tað eru 30 ár síðan og  Patrik er ein av teimum fáu, sum  breyt tøgnina og tók dystin upp fyri at børnini skulu hava rætt til ein tryggan barndóm. Tað eru enn børn, sum eru fyri kynsligum ágangi og tað eru enn vaksin sum lata eyguni aftur.

NÚ KEMUR PATRIK TIL FØROYAR !

Fyrilesturin hjá Patriki fer at fáa teg at lata eyguni upp og geva tær bæði fatan av og greiða tær frá um, hví trupulleikarnir halda fram. Men ikki bara tað. Patrik greiðir frá, hvussu vit saman kunnu steðga einum av týdningarmestu og mest traumatiserandi brotsverkum. Hvussu møta vit trupulleikunum og hvørjum øðrum ? Hvussu takkla vit trupulleikarnar og hvørt annað? Hvussu takkla og arbeiða vit ímóti at børn standa uttanfyri? Hvussu kunnu vit menna okkara hugburð?  Hann deilir eina dapra søgu við okkum, men tosar eisini um eina ljósa framtíð við eldhuga, sum hann hevur við m.a. verkætlanini  “Tre ska bli noll”

Stuðulsgrunnurin hjá KRIS
Ítróttarsamband Føroya


Høvuðsstuðul hjá KRIS


Starvsnæmingur hjá KRIS

Eg Beinta Marnarsdóttir Andreasen, eri 23 ár, eri úr Havn og lesi á 4.semestri til sosialráðgeva á Aalborg Universiteti.
Á 4.semestri skal næmingurin í starvsvenjing í fimm mánaðir. Hesar fimm mánaðarnar skal næmingurin seta seg inn í, hvat tað inniber at arbeiða sum sosialráðgevi.

Eg havi verið so heppin, at eg havi fingið møguleikan, at sleppa í starvsvenjing hjá KRIS. Eg valdi at søkja um at sleppa í starvsvenjing her, av tí at eg veit, at tað er eitt gevandi og mennandi starv, ið ger mun.

Eg gleði meg at byjra í starvsvenjing hjá KRIS, og ivist ikki í at eg fari at læra ótrúliga nógv.

Hví er mamma tunglynt?

Nógv verður tosað um tilbúgving. Tilbúgving til alt møguligt. Hava vit hugsað um tilbúgving innan eldraøkið – seinárin av kynsligum ágangi ?
Hvussu hava okkara eldru borgarar tað, sum sita runt landið, inni á sambýlum,røktarheimum ella í egnum heimi ?
Júst hetta ættarliðið tosaði ikki nógv um trupulleikar við foreldur teirra,vinir, makar ella børn.
Munnu tey hava haft ella hava ein øðrvísi atburð enn onnur ? Hugsa vit hví,mamma ella pápi eru tunglynt ella hava ein atburð, sum ikki er vanligur ?
Vit vita, at tað er sera týdningarmikið at hava eina tilbúgving – júst innan hetta økið.
KRIS fer í næstum út við eini verkætlan, sum eitur “tilbúgving innan eldraøkið– seinárin av kynsligum ágangi”.

Vit ynskja at náa longur út

Skjótt koma vit inn í 2019

Eitt ár og fimm mánaðar tók tað at gera nýggja heimið hjá stuðulsgrunninum hjá KRIS klárt at búleikast í.

Virksemið hjá KRIS er nú alment tikið í nýtslu og karmarnir eru góðir, má sigast.

Landið og alt føroya fólk kann njóta gott av hesum:

• Terapi hjá KRIS er ókeypis

• Tlf. er opin allan sólarringin

Fær KRIS eina hægri játtan á fíggjarlógini, kunnu vit røkka enn fleiri bólkum í Føroyum.

Okkara ynski er at røkka út til bólkar kring landið, t.d. barnagarðar, skúlar, eldrarøkt, samkomur, ítróttarfeløg, virkir og stovnar – bæði innan almenna og privata økið.

Fleiri av omanfyrinevndu hava tørv á hjálp til at gera tilbúgvingarætlan innan kynsligan ágang. Vit hava servitan innan økið. Og tað er ongantíð ov skjótt at koma í gongd – jú skjótari vit fara í gongd, jú skjótari fáa vit í felag hjálpt okkara borgarum, eldri sum yngri, við seinárinum av kynsligum ágangi.

————————————————————————————————————————————

Hagtølini fyri 2017 vísa, at 139 menniskju vendu sær til KRIS um hálp, harav vóru 107 kvinnur og 32 menn. f