KRIS eisini sjónlig í fótbóltinum

So er felagsskapurin KRIS eisini sjónligur í fótbóltinum og hetta fegnast vit um.

Við vøllin í Sarpugerði, har føroyameistararnir 2016,  Víkingur, leikar sínar heimadystir, hava vit nú eina  bandalýsing.

Og nýstovnaða felagsliðið úr Suðuroy, spæla í blusum, har okkara lýsing er á.

 

Havnar bóltfelag varpar ljós á kynsligan ágang móti børnum

Táið tað hendir, sum ikki má henda

Havnar bóltfelag varpar ljós á kynsligan ágang móti børnum, við einum kunningartiltakið í HB húsinum, hósdagin 2.mars 2017, kl. 19:00. 

Tiltakið er ætlað foreldrum og annars øllum, ið hava við børn at gera.

Umboð fyri KRIS hava framløgu og nakað av tí, ið verður tikið fram er:

          Hvat er kynsligur ágangur og hvørjar avleiðingar hevur tað fyri barnið

          Hvørji tekin, um lynsligan ágang, kunnu vísa seg?

          Hvar fer kynsligur ágangur fram?

          Hvat kunnu vit gera, fyri at fyribyrgja?

          Hvat gera vit tá/ um tað hendir

RöddinLive: Harðskapur og kynsligur ágangur

“Eg skuldi havt runnið avstað, ella sagt tað tá. Men eg kom ikki út við tí fyrr enn nógv ár aftaná.”

Hendan sendingin er um harðskap í parløgum og kynsligan ágang. Vit eru til filmin 50 Shades of Gray og tosa um hvussu filmin. Vit tosa við Gvøðni Vest, sum er ein av stovnarunum av Kris, og Joan Højgaard, sum varð útsett fyri kynsligan ágang sum barn. Eisini tosa vit við Hera Kragesten, sálarfrøðing, um harðskap og kynsligan ágang. At enda tosa vit Djóna Eidesgaard um Tú og eg ráðgevingina. (kvf.fo-RøddinLive)

Hoyr sending:  Her

 

 

 

Ókeypis viðgerð hjá sálarfrøðingi, fyri seinárin av kynsligum ágangi

Almannamálaráðið hevur, í samstarvi við Felagið føroyskir sálarfrøðingar, skipað eitt viðgerðartilboð til teirra, sum stríðast við seinárin av kynsligum ágangi, tá tey vóru børn

Viðgerðartilboðið er skipað sambært Heildarætlan um kynsligan ágang, sum Almannamálaráðið umsitur.

Viðgerðartilboðið, er ókeypis og er fyri øll vaksin fólk, sum hava trupulleikar av seinárinum, tí tey vóru fyri kynsligum ágangi, tá tey vóru børn. Tey, sum ynskja at fáa hesa viðgerð, skulu sjálv seta seg í samband við ein av teimum sálarfrøðingum, sum standa á listanum hjá felagnum. (Almannamálaráðið)

Sálarfrøðingar, ið viðgera seinárin vegna kynsligan ágani, eru at finna Her

Viðgerðartilboðið er skipað sambært átaki 1 í Heildarætlan um kynsligan ágang, sum Almannamálaráðið umsitur

Les meira um heildarætlina her: Her

 

Felagsskapurin KRIS leitar eftir húsum

Sum vit hava skrivað fyrr, so ynskir KRIS eitt tilhaldsstað, har fólk við seinárinum av kynsligum ágangi og teirra avvarðandi, kunnu vera og fáa tað hjálp og umsorgan, tey hava tørv á.

Vit virka í dag í leigaðum hølum, sum eru sera góð til virksemið, sum er í dag, men ynskja nú okkara egna hús.

  leita vit nú eftir húsum til keyps, á Skálafjørðinum.

Húsini skulu hóska til okkara virksemið.

Vinarliga send okkum teldupost á

kris@kris.fo

 

Hin dulda girndin/misnýtsla.

 

Tað er gott og neyðugt, at kristnar kirkjur og samkomur varpa ljós á duldar gøtur og døpur mein. Vit mega verja livandi lív og viðkvom børn. Vit mega lekja sár, ið bløða í likami, sál og sinni. Hin dulda girndin, trongdin ella sjúkan skaðar ómyndig, verjuleys og sakleys. Skaðin avlagar barnaárini, og vaknar aftur til lívs við styrki, tá ið barnið er vaksið og skal liva sítt kynslív saman við makanum.”

Brot út tekstinum, ið Jógvan Fríðriksson, biskupur, skrivaði til ein temadag, ið felagsskapurin KRIS skipaði fyri í Kelduni í Skálafirði í februar 2010.

Les meira her:  Her

 

 

 

 

 

Stórfingin gáva frá Lions Club Tórshavn

2016 var seytjanda árið á rað, at Lions Club Tórshavn skipaði fyri listaframsýning á Ólavsøku. Ágóðin av framsýningini fer á hvørjum árið til eitt vælgerandi endamál og hesaferð var ágóðin latin felagsskapinum KRIS.

Peningurin skuldi nýtast til at seta á stovn nýggja heimasíðu, har fólk, ið hava verið útsett fyri kynsligum ágangi og onnur, millum annað kunnu skriva inn sum dulnevnd

Nú okkara nýggja, stásiliga og snøgga heimasíða er vorðin veruleiki, eru vit ovurfegin og vilja vit hervið veita eina hjartaliga tøkk til Lions Club Tórshavn fyri stórfingnan stuðul á kr.70.000,-

Forsetin í Lions Club Tórshavn, Gunnar Streymoy, handar her stóru peningagávuna til Guðrun Horn Snæbjørnsdóttir, umboð fyri felagsskapin KRIS. Hetta varð gjørt, í samband við at kvinnurnar hjá Neistanum vunnu Lionssteypið 2016.

Les meira her: Her  

 

Neistin & KRIS

 

Vit gleðast um, at eisini ítróttarfeløg ynskja at stuðla KRIS.

Neistin stuðlar KRIS við at vísa okkara logo á spælarablusunum hjá bæði kvinnum og monnum.

Les meira her:  http://www.neistin.fo/tidindi