Seinárin av kynsligum ágangi og diagnosur.

Fitt av fólki hevði leita sær til Saltangará, tá KRIS, tann 18.01.17, bjóðaði til fyrilestur um Kynsligan ágang og diagnosur, sum Erling Fles, sálarfrøðingur hevði.
Hann greiddi millum annað frá, hvussu kynsligur ágangur ávirkar menningina hjá barninum, bæði kropsliga, sálarliga og kensluliga og kom hann eisini inn á ymiskar diagnosur, ið menniskju kunnu fáa staðfestar, um tey ikki fáa viðgerð fyri tað trauma, tey hava verið úti fyri.
Ein góður og upplýsandi fyrilestur.

SKRIVA OKKUM EITT BRÆV

Fyri ein persón, ið hevur verið fyri kynsligum ágangi, kann ofta verða trupult at bróta tøgnina. Trupult at venda sær til onnur fyri at fáa hjálp. Fara tey at trúgva mær? Hvat skal eg siga ella spyrja um?

Á nýggju heimasíðu okkara ber nú til at skriva til brævkassan undir dulnevni. Her ber til at seta spurningar, fáa ráðgeving og stuðul til ósvaraðar spurningar og ivamál.

Vit svara so skjótt vit síggja spurningin

Sí brævkassan HER

Landsinnsavningin

Leygardagin 12.novembur skipaði stuðulsfelagið hjá KRIS fyri eini landsinnsavning, har fólk gingu hús úr húsið, fyri at savnað pening inn til eitt viðgerðarheim til fólk við seinárinum av kynsligum ágangi.

Okkara fantastisku bússu-berarar, á konto og innringingar til 90 nr, góvu heili 309.862,00 kr.

Vit takka av hjarta fyri stuðul.

Vitjan úr Norra

Í døgunum 17. – 20.desember høvdu vit vitjan av 3 kvinnum frá SMISO í Norra.

SMISO stendur fyri: Støttesenter mot incest og seksuelle overgrep.

  • Linda Bakke er dagligur leiðari í “ Felleskapet mot seksuelle overgrep/ FMSO
  • Rachel Vorre er dagligur leiðari í SMISO í Sør Trondelag, Trónheimi
  • Grace Gjuvsland er dagligur leiðari í SMISO Hordaland, Bergen

Mánadagin 19.desember, frá kl 13.00 til 18.00, varð høvið at hitta tær í hølum okkara á Heiðavegið 15, 2.hædd í Saltangará

Um SMISO : Her