Vit hjá KRIS eru sera fegin um, at hava fingið møguleikan at presentera okkara nýggja film “Loyndarmálið”. Vit hava gjørt filmin við stuðli frá jólamerkjagrunninum og í samstarvi við BMA studio og animatiónsfelagnum Raindog Studios.
Kategori: Tíðindi
Felags áheitanarskriv til landsstýrisfólk og løgtingslimir
Hósdagur 7. mai 2020
Til landsstýrisfólk og løgtingslimir
11. mars varð boðað frá, at føroyska samfelagið skuldi setast niður í ferð orsakað av koronafarsóttini. Bert ein minniluti av føroyingum eru higartil smittað, enn færri eru vorðin álvarsliga sjúk, og tað fegnast vit um. Vit kunnu vera errin av skjótu og effektivu handfaringini av koronafarsóttini, men eisini mugu vit ásanna, at so at siga allir samfelagsbólkar eru raktir av tiltøkunum, sum myndugleikarnir settu í verk. Spurningurin er, um vit megnaðu at tryggja heilsuna hjá teimum sárbærastu samfelagsbólkunum. Ein spurningur, ið krevur svar her og nú, og sum væntandi eisini krevur stór átøk og fíggjarliga hjálp í drúgva tíð frameftir.
Frælsisrættindini skerd
Í einum rættarsamfelagi eru undantaksstøður, tá ið vit mugu góðtaka avmarkingar í persónliga frælsinum hjá borgarunum, sum vit eitt nú hava sæð seinastu mánaðirnar, men við teimum fylgja nógv krøv til myndugleikarnar.
Eitt av krøvunum er, at tiltøkini eru proportional, og tað merkir, at tiltøkini ikki mugu raka harðari, enn neyðugt. Harafturat er tað avgerandi, at viðkomandi fakbólkar og umboð frá sivilsamfelagnum verða hoyrd og eru við í eftirmetingum av støðuni so hvørt. Eisini er neyðugt, at tey verða tikin við upp á ráð, tá ið átøk skulu verða sett í verk, sum skulu lofta teimum, ið mistu ella fara at missa fótafestið sum ein beinleiðis ella óbeinleiðis avleiðing av strongu tiltøkunum.
Áhugafelagsskapirnir skulu takast við í arbeiðið frameftir
Í royndini at avbyrgja smittuna og fyribyrgja eini búskaparligari kreppu, stúra vit fyri, at tað í ov lítlan mun verður tikið atlit at teimum samfelagsbólkum, ið frammanundan høvdu avbjóðingar. Eitt nú fólk, ið hava trupulleikar við misnýtslu, álvarsligar sjúkur – likamligar sum sálarligar, avvarðandi hjá teimum, og familjur, har harðskapur og ágangur eru partur av gerandisdegnum. Kanningar vísa, at tað eru sárbærastu bólkarnir í samfelagnum, sum verða harðast raktir. Tað eru tí tey, sum frameftir skulu gjalda hægsta prísin.
Hóast tey flestu nú skjótt kunnu venda aftur til ein líkinda gerandisdag, so kunnu vit vænta, at fleiri fara at fáa mein langt fram í tíðina. Vit óttast, at summi fara at detta niður ímillum og fáa torført við at reisa seg aftur. Vit heita tí inniliga á myndugleikarnar um at taka áhugafelagskapir við í arbeiðið frameftir fyri at tryggja, at øll verða við.
Menniskjansligu avleiðingarnar ávirka langt fram í tíðina
Nú samfelagið spakuliga letur upp aftur, hoyra vit um tað trýst, sum fólk hava livað undir, og bíðilistarnir til ymsu tilboðini vaksa. Støðan er sostatt álvarsom fyri einstaklingin, men eisini er vandi fyri, at tær skipanir, sum skulu lofta hesum fólkunum, verða ovbyrðaðar.
Stúranirnar um harðskap, misnýtslu og ágang eru veruligar hjá nógvum. Serliga hjá børnum og ungum, sum vaksa upp í familjum við samansettum sosialum avbjóðingum. Eisini eru nógv, sum kenna seg ótrygg í núverandi støðuni og stúra fyri at missa síni kæru. Fyri nógv eru avbjóðingarnar vorðnar størri, nú tey ikki hava fingið tað frírúm, sum dagtilboðini kunnu vera, og tað eru bólkar, sum frammanundan hava trupult við at leita sær hjálp.
Tað kann vera sera trupult at hugsa klárt, at varðveita yvirlit, og at hava orku at seta seg í samband við stovnar og myndugleikar. Sjálvsálitið er undir trýsti, og neyðugt er hjá hesum at fáa hjálp til at síggja ymsu møguleikarnar, ið finnast, umframt stuðul til at samskipa bæði privatar og almennar loysnir.
Summir felagsskapir hava upplivað at áheitanirnar fækka, og eftir umstøðunum hevur hetta verið væntað. Millum annað tí støðan hevur havt við sær, at nógvur ótryggleiki er kring umstøðurnar í heiminum, óvissa er um arbeiðsstøðuna hjá fólki, og onnur samfelagsviðuskifti hava gjørt innrás í teirra hugaheimi. Tí eru millum annað kvinnur og familjur, ið eru ávirkaðar av harðskapi, í einari serliga sárbærari støðu, umframt at tey undir vanligum umstøðum kunnu kenna tað torført at leita sær hjálp. Hjá fleiri av felagsskapunum, hevur avbyrgingin somuleiðis havt við sær avleiðingar fyri tey, sum eru byrjað í viðgerð av ymiskum slag, og nú einki samband hava við viðgerðarstovnin. Tey eru farin at tosa um sínar kenslur, upplivingar, og tey trauma, sum tey hava verið ella fara ígjøgnum, men standa nú myndaliga talað við einum opnum sári, sum ikki lekist av sær sjálvum.
Barnaverndir kring landið fáa somuleiðis færri fráboðanir, og færri tilvísingar eru til psykiatriina, men hetta merkir sjálvsagt ikki, at minni er at boða frá. Myrkatølini eru væntandi høg, og trýstið fer at koma.
Aðrir felagsskapir uppliva nógv fleiri áheitanir frá fólki við ymiskum sosialum avbjóðingum og stúranum um eitt nú broyttar lívsumstøður, um væntaðar broytingar, um avvarðandi, sum eru vorðin verri fyri sinnisliga, um økta rúsdrekkanýtslu, um øktan harðskap, einsemi og sjálvmorðstankar. Frætt verður frá fleiri, serliga ungum, sum fyri fyrstu ferð uppliva eyðkenni av strongd vegna broyttu liviumstøðurnar, sum koronakreppan hevur havt við sær. Summi, ið hava upplivað sálarsjúku, siga seg eisini uppliva, at sjúkan vernar í hvørjum.
Væntandi kunnu fleiri teirra fáa tørv á teimum viðgerðum og tilboðum, sum fleiri felagsskapir veita. Neyðugt er at brynja stovnar og felagsskapir til ein størri tørv um stutta tíð. At summi ikki leita sær hjálp og viðgerð í løtuni kann í ringasta føri hava við sær, at eyðkennini kunnu versna og ein kann gerast so sjúkur, at vantandi viðgerð kann gerast drúgv, umframt at sjúkan kann gerast álvarsamari,og tí verri at viðgera.
Børnini eru serliga sárbær, nú ótryggleiki hevur valdað, og spurningar eru um, hvat tey kunnu vænta, tá ið tey koma aftur á stovn og í skúla.
Summi av hesum børnum hava undan koronafarsóttini upplivað, at tað kann vera torført at hugsavna seg um heimaarbeiði í heiminum, og seinastu vikurnar við heimaundirvísing kunnu hugsast at hava verið serliga truplar. Felagsskapir vísa á, at børn og ung, sum vaksa upp í heimum við ymiskum sosialum avbjóðingum, hava tað trupult í hesum tíðum við korona.
Samstundis sum eftirspurningurin er nógv øktur seinastu tíðina hjá fleiri felagsskapum, eru ikki resursir til at hjálpa øllum. Koronakreppan hevur umframt tað gjørt, at fíggjarliga grundarlagið undir virkseminum er hart rakt. Inntøkugrundarlagið hjá flestu okkara er skert, tí tað er tengt at stuðul-virksemi, sum er útsett ella avlýst.
Vit heita tí inniliga á myndugleikarnar um at taka áhugafelagskapirnar við upp á ráð, tá ið komandi átøk verða sett í verk soleiðis, at vit tryggja, at røddin hjá teimum sárbærastu verður hoyrd. Eisini heita vit á myndugleikarnar at hjálpa okkum at lofta teimum børnum, ungu, vaksnu og familjum, sum avgjørt hava tørv á okkara virksemi og tilboðum – og vónandi væl betur í komandi tíðina enn higartil.

Kjattráðgevingin
Vit kjatta aftur mánadagin 11 mei kl 10 -12 og týskvøldið 12 mei kl 20 -22
Kjattráðgevingin
Vit kjatta aftur mánadagin 4.mei kl 10-12 og týskvøldið 5.mei kl 20-22.
Hjálp okkum at hjálpa
LANDSINNSAVNANIN SUM SKULDI VERA 28 MARS, ER TÍVERRI AVLÝST !
Vit ynskja at hjálpa menniskjum, sum stríðast við seinárinum av kynsligum ágangi og avvarðandi teirra, at fáa eina so góða tilveru sum gjørligt.
Hetta kunnu vit hjálpa teimum við, við áhaldandi at hava samrøður við tey, eins og vit veita ráðgeving og vegleiðing í øllum lívsins viðurskiftum. Alt hetta gera vit ókeypis !
Vilt tú vera við at hjálpa okkum at hjálpa ?
Hetta kortið verður borið út til øll húski týdagin 28 apríl.

Kjattað við okkum!
Í komandi viku verður kjattið opið mánadagin og týsdagin frá kl 10 – 12 – øll eru hjartaliga vælkomin at venda sær til okkara – bæði við stórum og smáum.
Páskir 2020

Kjattráðgeving
KRIS kann nú eisini veita hjálp og ráðgeving umvegis kjattið á heimasíðu okkara www.kris.fo
Sum eina roynd byrja vit týsdagin 14.apríl. Kjattið er opið frá kl 10-12.
Okkara kjatt er til tín, sum hevur verið fyri kynsligum ágangi, fyri avvarðandi og til tykkum, sum eru stúrin um onkran.
Tú kemur at kjatta við sjálvbodnar ráðgevar, sum hava breiða vitan um kynsligan ágang og seinárin og sum eru von við at tosa um trupul og viðkvom evni.
Tað er altíð tú, sum avgerð innihaldið í samtaluni og tú er 100% dulnevnd ella dulnevndur
Eins og alt annað virksemi hjá KRIS, eru galdandi somu reglur viðvikjandi tagnarskyldu.
Korona!
Korona !
So hugnaligt, nógv eru heima saman við sínum kæru. Okkara næstringar kunnu møtast, tó bert í smáum bólkum.
Vit halda okkum heima, vit eru bara úti, tá vit fara til handils, og vit hava hondspritt við okkum, tá vit fara út. Nýggjar mannagongdir. Tað er ikki bara keðiligt.
Summi taka hetta sum eina spennandi uppliving og taka tað, sum tað kemur.
So hugnaligt – og tó….
Ein bólkur er, sum kundi ynskt sær, at okkurt var øðrvísið. Tað eru tey, sum hava verið fyri kynsligum ágangi í barnaárunum og sum nú, sum vaksin, stríðast við seinárinum orsakað av hesum ágangi.
Seinárin verður skilgreina sum likamlig og sálarlig líðing í vaksnamannaárunum, sum er komin av kynsligum ágangi í barnaárunum.
Seinárinini kunnu vera nógv og ymisk, til dømis gerast kvinnur ofta tilvitaðar um hesi viðurskifti, tá tær eiga sítt fyrsta barn. Kanningar vísa, at PTSD er ein diagnosa, sum serliga merkir ein, sum stríðist við seinárinum. Eisini kunnu vit nevna etingarólag, trupulleikar við svøvni, angist og tunglyndi.
Kreppumiðstøðirnar í londunum rundan um okkum hava úr at gera. Grein i danska blaðnum Midtjyllands Avis vísir á, at felagsskapir har, hava upplivað eina tvífaldaða øking í áheitanum til kvinnu kreppumiðstøðir.
Tá vit verða biðin um at vera meira heima, kann støðan í heiminum blíva torførari og førir hetta til strongd og meiri harðskap.
Tað er í hvussu er tað mynstrið, ið fleiri felagsskapir hava sæð. Og tí mælir Venstre nú til, at tey mongu kømurini á gistingarhúsum, sum standa tóm, vegna herindi av coronavirus, skulu latast til kvinnur, sum ikki kunnu fáa pláss á kreppumiðstøðum.
Hvussu er støðan hjá okkum í hesum døgum? Kvinnuhúsið, sum hevur sum aðalmál at varpa ljós á harðskap og órættindi framd móti kvinnum og at veita harðskapsraktum kvinnum innivist, siga, at tey merkja ikki nakran vøkstur í áheitanum nú. Sagt verður, at tað kanska er, tí at fólk royna at halda út, at skommin er so stór, at kvinnan ikki megnar at siga frá, at hon er fyri harðskapi. Grannar og onnur í nærumhvørvinum hava torført við at blanda seg uppí. Tó siga tey í Kvinnuhúsinum, at tey vænta, at tá ein tíð er liðin, fara fleiri áheitanir at koma. Hetta minnir um t.d. jólafrítíðina, har áheitaninar eru fáar, men koma í januar mánað árið eftir, siga tey víðari í Kvinnuhúsinum. Leinki til Kvinnuhúsið: http://www.kvinnuhusið.fo
Harðskapur og kynsligur ágangur kann vera bæði sálarligur og likamligur.
KRIS er ein felagsskapur, hvørs endamál er at veita hjálp og ráðgeving til menniskju, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, og at upplýsa um kynsligan ágang. KRIS merkir heldur ikki nakran vøkstur í áheitanum nú. Eins og hjá Kvinnuhúsinum, er mynstrið ofta soleiðis, at tað gongur ein tíð áðrenn fólk venda sær og biðja um hjálp, og hetta við at skommin og skuldarkenslan er so stór. Meir fæst at vita um okkum á: http://www.kris.fo
– Fyri nógv, sum liva í einari torførari støðu, er skúli og frítíðarítriv eitt frípláss
Afturlatnir barnagarðar, skúlar og frítíðartilboð er ein avbjóðing fyri foreldur um alt landið.
Men nú boðar Redd Barna í Noregi frá, at børn, sum ikki hava tað gott heima hava fingið enn meiri at stríðast við, nú Korona tiltøkini eru ásett.
– Hetta eru børn, sum hava skúlar, barnagarðar og frítíðartilboð, sum eitt andarhald, men sum nú eru isoleraði og kanska saman við foreldrum, sum ikki eru før fyri at vísa nóg góða umsorgan.
Nú er vandi fyri, at vaksin ikki leggja merki til, um eitt barn verður útsett fyri rúsandi evnum, umsorganarsvíki, harðskapi og/ella kynsligum ágangi.
– Allir landsins íbúgvar hava eina ábyrgd fyri at ansa eftir hvørjum øðrum. Tað er umráðandi at vit, sum eru vaksin, vita hvat vit skulu gera. Um tað er ein bráfeingis vandi, um at okkurt ólógligt er áfatt, hava vit skyldu til at forða fyri hesum og eiga at seta okkum í samband við løgegluna.
Tað er at gleðast um, at vit í Føroyum hava felagsskapir, sum vilja hjálpa børnum, sum hava eitthvørt at stríðast við. Nevnast kunnu “Tú og Eg ráðgevingin” hjá Barnabata, har børn og foreldur teirra dulnevnd kunnu ringja og fáa ráðgeving og vegleiðing, og tilboðið hjá Bláa Krossi “Øll hava rætt til góð barnaár,” sum fevnir um børn og ung, sum liva í heimum, har rúsur er, ella hevur verið, ein trupulleiki.
Hevur tú tørv á hjálp?
Í samband við Korona smittuvanda, avlýsa vit allar bólkar, samtalur og annað virksemi í húsinum.
Tó er telefonin opin og tørvar tær hjálp, kanst tú ringj á nr 448181 ella senda okkum teldupost á kris@kris.fo
Ansið eftir tykkum sjálvum og eftir hvørjum øðrum
