Notice: Function _load_textdomain_just_in_time was called incorrectly. Translation loading for the eventorganiser domain was triggered too early. This is usually an indicator for some code in the plugin or theme running too early. Translations should be loaded at the init action or later. Please see Debugging in WordPress for more information. (This message was added in version 6.7.0.) in /mnt/wordpress_data/fo.kris/wp-includes/functions.php on line 6121

Notice: Funktionen _load_textdomain_just_in_time blev kaldt forkert. Indlæsning af oversættelse for twentysixteen-domænet blev udløst for tidligt. Dette er normalt en indikator for, at noget kode i pluginet eller temaet kører for tidligt. Oversættelser bør indlæses ved init-handlingen eller senere. Se venligst Fejlfinding i WordPress for mere information. (denne meddelelse blev tilføjet i version 6.7.0). in /mnt/wordpress_data/fo.kris/wp-includes/functions.php on line 6121
Tíðindi – Side 7 – Kris

KRIS á rundferð

“Nýggjar leiðir”

Kunningartiltakið um seinárin, ið koma, tá tú er blivin vaksin, eftir at hava verið kynsliga misbrúkt/misbrúktur.

Tiltakið hesaferð verður í hølunum hjá KRIS á Kneysum 6 , Toftir , mikukvøldið 4 mars kl 18.30.

Tiltakið “Nýggjar leiðir” er tað fyrsta á ferðini kring landið. Einans við vitan ber til at skapa eitt samfelag, har fólk við seinárinum av kynsligum ágangi kunnu ganga nýggjar leiðir og fáa eitt virðiligt lív.

Tiltakið er alment og er ætlað øllum – bæði fakfólki og teimum, ið eru áhugað at vita meira um evnið.

Skráin er hendan: dagligi leiðarin í KRIS, Gvøðbjørg West tosar um kynsligan ágang og hvussu nógvan skaða tað ger. Síðan fara tvær lokalar kvinnur at greiða frá, at tað ber til at liva við sorgini og ikki í sorgini. Onnur teirra er ein mamma, sum greiðir frá, tá dóttirin bleiv kynsliga misnýtt, og hvussu tey í dag liva eitt virðiligt lív. Hin kvinnan greiðir frá, hvat kynsligur ágangur gjørdi við hana, og hvussu hon í dag livir eitt virðiligt lív. Aftaná framløgurnar ber til at spyrja inn til fyrilestrarnar. Tiltakið endar kl 20.30.
atgongumerkir á 150 kr fáast á : https://kris.atgongumerki.fo/webshop/event/1124917/order/main

Hagtøl fyri 2019

Hagtølini fyri  árið 2019 vísa, at í alt 144 menniskju hava vent sær til KRIS í fjør, 35 fleiri áheitanir samanborið við 2018.

Kynsbýtið í 2018 er 79 kvinnur og 30 menn, meðan 2019 vísir, at kynsbýtið er 102 kvinnur og 42 menn


KRIS HEVUR NÚ FØROYSKAÐ FÝRA HEFTI UM KYNSLIGAN ÁGANG.

Í samstarvi við Red Barnet í Danmark, ið hevur tikið stig til at geva út fýra hefti um kynsligan ágang móti børnum, hevur KRIS umsett Føroyskt. Tvey tey fyrstu heftini komu út í fjør og nú koma tey bæði seinnu.

—–

Tá ið vaksin fremja ágang – er fyrsta heftið av fýra, ið eru ætlað vaksnum. Í hesum hefti fært tú breiða kunning um, hvat kynsligur ágangur ímóti børnum er.

Tá ið illgrunin kyknar – er næsta heftið. Her eru ráð um, hvussu tú kanst bera teg at, um tú sum foreldur, avvarðandi ella fakfólk fært illgruna um, at eitt barn er fyri kynsligum ágangi.

Tá ið illgrunin verður til mál – er triðja heftið. Her kanst tú lesa um, hvussu ítøkilig mál um kynsligan ágang verða handfarin, og hvussu tú sum vaksin – hvørt tú ert foreldur, avvarðandi ella fakfólk – eigur at bera teg at í sambandi við málsviðgerðina.

Tá ið ágangurin ferðast kring heimin – er fjórða heftið. Hetta heftið er ætlað foreldrum ella fakfólki, ið vilja vita meira um filmar og myndir av ágangi móti børnum, um hvussu alt verður framleitt og breitt út, um hvat verður gjørt, og um hvat kann gerast í stríðnum ímóti ólógligu myndunum.

Stríðið móti kynsligum ágangi

Eins og Red Barnet vil KRIS stríðast ímóti kynsligum ágangi ímóti børnum.

Børn hava rætt til at vera børn og eiga ongantíð at verða tvingað til kynsligt samband. Øll børn kunnu vera í vanda fyri kynsligum ágangi, men førleikaveik børn eru í størri vanda enn førleikasterk børn.

Børn, sum vaksa upp í ótryggum umhvørvi og eru nógv einsamøll, eru viðkvæmari, tá ið vaksin skemmari vísir teimum umsorgan og tann hátt roynir at fáa samband í lag við tey.

Eingir skemmarar eru líka

Hugmyndin um tann eyðkenda kynsliga skemmaran við feittutum hári og í knarvakoti samsvarar sjáldan við veruleikan.

Tað er ein sannroynd, at teir sleppa sjáldan  at vera saman við børnum, og tí – sjálvt um teir vildu – hava ikki nógvar møguleikar at fremja kynsligan ágang. Í staðin mugu vit staðfesta, at vaksin, sum finna røttu løtuna til at fremja kynsligan ágang ímóti børnum og ómyndigum, eru ógvuliga ymislig fólk. 

Vit vita, at ein stórur partur av ágangi hendir í húskinum ella í nærumhvørvinum. Ein minni partur hendir á dagstovnum, í skúlum og í sambandi við frítíðarvirksemi.

Frá vinalagi til kynsligan ágang

Hjá vaksnum kann vera trupult at taka støðu til ta sosialu tilveruna, ið børn og ung liva í á netinum. Men kynsligur ágangur kann eisini fara fram gjøgnum talgildar miðlar. Talan kann vera um børn og ung, ið gera seg  inn á hvørt annað, og um vaksin, ið gera seg inn á børn. Til dømis kann ágangurin koma fyri, eftir at skemmarin í langa tíð hevur bygt upp eitt vinalag og so lokkar ofrið at hava kynsligt samband t.d gjøgnum vevmyndatólið ella við at hittast.

Við vitan kann kynsligur ágangur fyribyrgjast 

Vitan er sterkasta vápnið, tá ið støða verður tikin til kynsligan ágang fakliga og persónliga bæði í samband við tað fyribyrgjandi arbeiðið, tá ið illgruni kyknar og í heilt ítøkiligum málum.

Bæði foreldur og fakfólk, sum dagliga eru um børn, hava tørv á vitan og amboðum, fyri at veita børnunum ta verju, tey hava rætt til.

Kynsligur ágangur er bert ein av fleiri orsøkum til, at børn og ung vísa tekin um vantrivnað ella frávíkjandi atburð. Samstundis vísa summi børn sera ógreið ella als eingin sjónlig tekin, hóast tey hava verið fyri ágangi. Í øllum førum eiga vit vaksnu at fara til verka, um eitt barn t.d. hevur angist, fer lætt at gráta, hevur ilt við at sova o.s.fr. 

Eingin endaligur svarlisti er at taka til fyri at varnast ella avdúka kynsligan ágang. Tí eiga vit at leita okkum vitan um, hvørjar sálarligar og sosialar avleiðingar, kynsligur ágangur hevur, og á tann hátt duga betur at meta um illgruna. 

KRIS vónar, at hesar útgávur kunnu vera við at stuðla foreldrum og fakfólki í stríðnum móti kynsligum ágangi á børn.

Heftini, sum eru uttan kostnað, kunnu fáast við at venda sær til: kris@kris.fo

Kris vil fegin takka Jólamerkjagrunninum fyri stuðul til hesar útgávurnar, Red Barnet fyri útlutan av tilfari og  Sprotanum fyri gott samstarv í sambandi við rættlesur og útgávu. Høvuðsstuðul hjá KRIS er BankNordik.