Notice: Function _load_textdomain_just_in_time was called incorrectly. Translation loading for the eventorganiser domain was triggered too early. This is usually an indicator for some code in the plugin or theme running too early. Translations should be loaded at the init action or later. Please see Debugging in WordPress for more information. (This message was added in version 6.7.0.) in /mnt/wordpress_data/fo.kris/wp-includes/functions.php on line 6121

Notice: Funktionen _load_textdomain_just_in_time blev kaldt forkert. Indlæsning af oversættelse for twentysixteen-domænet blev udløst for tidligt. Dette er normalt en indikator for, at noget kode i pluginet eller temaet kører for tidligt. Oversættelser bør indlæses ved init-handlingen eller senere. Se venligst Fejlfinding i WordPress for mere information. (denne meddelelse blev tilføjet i version 6.7.0). in /mnt/wordpress_data/fo.kris/wp-includes/functions.php on line 6121
Tíðindi – Side 8 – Kris

Skeið til tannlæknar

KRIS bjóðar eisini skeið til tannlæknar. Evni: Kann tannlæknaræðsla hava samband við kynsligan ágang ?

Kann ræðslan hava samband við seinárin av kynsligum ágangi?

Sambært hagtølum, hava 93 fólk vent sær til KRIS higartil í ár. Eitt av seinárinunum er ótti fyri at fara til tannlækna. Ræðsla fyri at noyðast at liggja flatur niðri, at føla seg fasthildnan, hava opnan munn og fáa trýst amboð og fingrar í munnin, kann verða ein sera stór avbjóðing.

Skeiðið er ætlað starvsfólki á tannlæknastovum, ið hava beinleiðis samband við viðskiftafólk. Tað er eisini sera umráðandi at barnatannlæknar/røktarar eisini fáa vitan innan evni.

SKRÁ:

  • Um okkum
  • Møgulig tekin um kynsligan ágang
  • Hvar finna vit hesi vaksnu og børnini
  • Hvussu handfara vit eina slíka støðu
  • Tilbúgving
  • Seinárin
  • Ein kvinna greiðir frá upplivingum og ræðslu fyri at fara til tanlæknan
  • Drekkamuður verður at fáa í steðginum

Nógv eru tey, sum hava stórar trupulleikar av at fara til tannlækna, vegna kynsliga áganginum, tey vóru fyri sum børn og ung.

Kvinna sigur frá

Í hesum sambandi kemur ein føroysk kvinna at greiða frá sínum upplivingum og ótta fyri at fara til tannlækna, vegna kynsliga áganginum henni var fyri sum barn og ung.

Kanning frá 2010 av 1132 donskum tannlæknum og – tannrøktarum vísir, at:

“…38 % på et tidspunkt  har haft mistanke om overgreb  eller omsorgssvigt mod et  barn. Heraf anmeldte ca. en        tredjedel (34%) deres mistanke til de sociale myndigheder. De  væsentligste barrierer i  forbindelse med  at underrette sin mistanke er usikkerhed vedrørende observationer og  frygt  for, at  det vil  udløse vold mod barnet i hjemmet samt manglendekendskab til inderretningsprocedurer.”

Sum einasti stovnur í landinum arbeiða vit við seinárinum av kynsligum ágangi.

Vit vilja bjóða tykkum at koma til okkara at fáa meiri vitan innan evnið, soleiðis at tit verða betri ílatin til at handfara tykkara viðskiftafólk, sum hava tað ringt við at leggja seg í stólin, tá tannlæknin fer til verka.

Skeiðið er til øll starvsfólk á eini tannlæknastovu og varir í 2 tímar inkl. einum lítlum steðgi.

https://www.dr.dk/nyheder/indland/ofre-misbrug-har-ofte-tandlaegeskraek:

Cirka én ud af 10 danskere har været udsat for seksuelle overgreb i barndommen. De lider ofte af voldsom tandlægeskræk og skal behandles med medfølelse og hensyn, skriver Tandlægebladet.

Bladet peger på en norsk undersøgelse fra 2001, der viser, at 75 % af de kvinder, der som børn havde været udsat for seksuelle overgreb, led af høj grad af tandlægeskræk.

Og en anden undersøgelse fra Institut for Klinisk Odontologi i Oslo kommer frem til nogenlunde samme resultat.

Kroppen invaderet

At de dårlige oplevelser fra barndommen kommer frem, når man ligger i tandlægestolen, har flere årsager. Kuno Sørensen er psykolog hos Red Barnet, og han møder mange børn, der har været misbrugt seksuelt.

– Mennesker, der har oplevet seksuelle overgreb, har været udsat for, at deres krop er blevet invaderet af nogen udefra. Når de senere i livet kommer ud i situationer, der har lighedspunkter med overgrebet, kan det reaktivere de traumatiske oplevelser, forklarer Kuno Sørensen.

Han understreger, at det er vigtigt, at tandlægerne er opmærksomme på de reaktioner, som de pågældende børn kan have hos tandlægen: Enten kæmper de voldsomt imod, eller også gør de det modsatte; nemlig lukker helt af og går ind i en slags dvaletilstand, hvor de lukker smerten ude.


Vitjan hjá KRIS

Mikukvøld koyrdi eg til Toftir at møtast vid KRIS. Tad regnadi so illani, at eg mátti koyra langt undir markinum fyri at koyra trygt. Tískil varð eg 5min ov sein til fundin. Men eg fann lættliga fram til á Kneysanum 6, har KRIS heldur til. Eg renni inn í húsið og brádsteðgi, tá glashurðin róliga letur seg upp. Eg merkti ómetaligan tryggleika og kærleika skola yvir meg tá eg traðkaði inn, og har kom ein ávísur friður yvir meg, hóast eg var 5min ov sein. Tá eg so møtti kvinnunum frá KRIS vóru kenslurnar bara styrktar.

Tær fýra kvinnurnar, ið vóru har tað kvøldið vóru:

Beinta M Petersen (Forkvinna í KRIS)

Gvøðbjørg West, (Dagligur leiðari hjá KRIS). 

Hon hevur lisið 3 ár psykoterapi í Føroyum og hevur verið fleiri ferð av landinum i samband við lesnað.

Og Sigvør og Malan, ið starvast har til dagligt.

Vit vóru síðan víst runt í nýggja húsinum og tað fyrsta eg legði merki til, var at hetta kendist ikki sum ein klinikk, men meiri sum eitt heim. Sera vakurt bygt og innrætta. Tá tær so søgdu frá tí megnar arbeiðinum sum tær hava gjørt higartil, so skilur man virkuliga hví tær hava fingið stuðul frá landinum. Fantastiskt! Tær hava hvørt eitt oyra uppiborði og meiri avtrat.

Tær vilja eisini fegin bjòða seg til at koma ùt á allir stovnarnar í landinum fyri at deila vitan um kynsligan ágang út til øll í hava tørv á tí. Tó er støðan í dag so, at stovnarnir mugu sjálvir biðja um hetta. Her hevði verið deiligt um landið setti tað sum krav eins og fyrstuhjálparskeið. KRIS lærir ein at síggja eyðkennini hjá einum misbrúktum barnið og hvussu ein handfer støduna osfr. Hesar kvinnurnar vita veruliga hvat tær tosa um. So er nakar í iva, kann man altíð ringja og fáa ráðgeving.

KRIS samstarvast vid Red Barnet, sum gevur teimum tilfar so sum barnabøkur, ið KRIS ætlar at umseta til føroyskt og geva út.

Eisini kann ein og hvør venda sær til KRIS á tlf.nr (448181). 

Tær svara telefonini døgndrift. Tað er mangan hent at onkur hevur havt tørv á hjálp kl.03 um náttina. Onkuntíð er eisini farið ùt til viðkomandi at veita hjálp.

Bara í ár eru higartil 75 nýggj offur tilmelda KRIS og eru hesi í aldrinum ímillum 18 og 60ár. Hetta talið er longu sera høgt og hugsar man so um øll tey, sum enn ikki hava søkt sær hjálp, kann man ímynda sær at talið er nógvar ferðir hægri.

Tað hevði verið ynskiligt, at har verður eitt breiðri samstarv ímillum allir áhugabólkarnar, so øll kunnu samstarvast um at geva offrinum tann besta stuðulin tað kann ynskja sær. Hetta er jù ikki lætt at fara ígjøgnum. Hví skulu vit gera tað stravnari?

At enda vil eg fegin takka KRIS fyri tað megnar arbeiði tær gera!

So hevur tú verið útsett/ur fyri kynsligari misnýtslu ella kennir tú onkra/n sum er, so kontakta endiliga:

KRIS á tlf.nr. 448181 ; KRIS@KRIS.fo

ella far á heimasíðu teirra www.kris.fo

Hervør Lútzen

Starvslærutíðin liðug hjá Beintu


Beinta M Andreasen

Beinta M Andreasen er í ferð við at útbúgva seg til sosialráðgeva í Aalborg og hevur síðani februar mánaða verið í starvsvenjing hjá KRIS.

Nú starvslærutíðin er at enda komin, hevur hon svara nøkrum spurningum, um tíðina hon hevur verið her.

Hvussu leingi hevur tú verið í starvsvenjing hjá KRIS?
• Eg byrjaði í starvsvenjing hjá KRIS í februar og í dag er síðsti dagur hjá mær, so eg havi verið her í 5 mánaðir.

Hví valdi tú at sleppa í starvsvenjing hjá KRIS?
• Eg búgvi til dagligt í Aalborg og vildi tí gjarna sleppa heim í starvsvenjing, fyri at síggja, hvussu umstøðurnar at arbeiða sum sosialráðgevi eru her heima. Eg vildi fegin royna okkurt, sum var eitt sindur øðrvísi enn tað vanliga sosialráðgevastarvið, og valdi tí at søkja hjá KRIS og fekk jaligt aftursvar um, at eg kundi byrja í starvsvenjing her fyrst í árinum. Eg hevði eisini áhugað innan hetta økið og vildi gjarna læra meira um seinárin og aðrar fylgjur av kynsligum ágangi.

Hevur tú fingið meira vitan innan kynsligan ágang og seinárin av hesum?
• Ja, uttan iva. Eg visti, at hetta økið er øðiliga umfatandi og tørvur er á júst hesum felagsskapinum. Men eg varð kløkk at síggja hvussu stórur tørvurin veruliga er. Eg havi lært, at hetta er ein sárbarður málbólkur, men hóast hetta, so er tað øgiliga týdningarmikið at tosað verður um hetta evnið. Seinárin av kynsligum ágangi eru øgiliga umfatandi og mugu takast í álvara – og tað er júst tað, ið felagsskapurin ger.
Eg havi lært at við hjálp av terapi, samrøðum og við sjálvhjálparbólkum kann ein, ið hevur verið úti fyri kynsligum ágangi fáa eitt gott og støðugt lív, hóast tað tey hava verið útsett fyri. Tað er týdningarmikið at varpa ljós á hetta evnið og at rætta eina hjálpandi hond út til tey, ið hava verið útsett.

Hevði tú trúð, at kynsligur ágangur ger so stóran skaða?
• Eg havi altíð vitað, at ein persónur, ið hevur verið útsettur fyri kynsligum ágangi hevur tað trupult. Men eftir at eg havi verið í starvsvenjing her, havi eg verið vitni til, hvussu stóran skaða hesin ágangurin ger. Tað eru nógv ymisk fólk, ið veita sær hjálp frá KRIS og hetta vísir eisini, at ágangurin kann ganga fyri seg allastaðni. Eg eri bara ótrúliga glað fyri at vita, at fólk kunnu venda sær til hendan felagsskapin og fáa alla ta hjálpina tey hava brúk fyri – heilt ókeypis.

Upplivdi tú, at starvsfólkið hjá KRIS eru ílatin til hesa uppgávuna?
• Ja, uttan iva! Tey eru ágrýtin og álítandi. Tey hava eina sera stóra vitan innan hetta økið og vita akkurát hvussu tey skulu veita tað hjálp, ið viðkomandi hevur brúk fyri. Eg haldi tað er gott at vita, at ein kann ringja til KRIS til eina og hvørja tíð og tað er ein, ið svarar telefonini og setir sær tíð av til at svara og hjálpa tær. Eisini haldi eg at tað er gott, at starvsfólkini her bjóða undirvísing til ymsar stovnar og feløg, fyri at varpa ljós á hetta evnið og hervið gera eitt stórt fyribyrgjandi arbeiði.

Vit hjá KRIS hava verið sera glað fyri at hava Beintu M Andreasen í starvsvenjing.
Vit vita at Beinta kemur at arbeiða frá hjartanum tá hon verður liðug við sína útbúgving sum sosialráðgevi.
Vit vilja trygt lata hana aftur til skúlan og ynskja henni alt gott í framtíðini.

Jalig afturmelding frá skeiðsluttakarum

Vit frá Tannlæknastovuni í Vági takka fyri eitt avbera gott og læruríkt skeið.

Dagurin var væl fyrireikaður og skipaður. Vit fingu nógva teoretiska og praktiska vitan innan evnið.

Hetta skeiðið gav okkum møguleika at skilja støðuna hjá teimum, sum hava verið úti fyri kynsligum ágangi og um hvussu tey kunnu hava tað , tá ið tey m.a. liggja í einum tannlæknastóli.

Tað var ein stór hjálp fyri okkum at hoyra, hvussu vit kunnu gera tað lættari fyri tey at føla seg trygg í stólinum.

Vit vilja viðmæla øllum ,sum arbeiða við menniskjum at fara á eitt sovorðið skeið, tí vitan um hetta evnið , kann ein aldrin fáa nokk av.

Heilsan vit øll á Tannlæknastovuni í Vági

Skeið fyri tannlæknum

Ì februar sendi KRIS skriv út til allar tannlæknar í Føroyum.

Boðið var inn til skeið, við evninum : “Seinárin av kynsligum ágangi”

Nógv eru tey, sum hava stórar trupuleikar av at fara til tannlækna, vegna kynsligan ágang, tey vóru fyri sum børn og ung. Ì hesum sambandi kom ein føroysk kvinna at greiða frá sínum upplivingum og ótta fyri at fara til tannlæknan, vegna kynsliga áganginum henni var fyri sum barn og ung.

Tannlæknastovan við Rudie Thomsen , Vágur.

Starvsfólkið á tannlæknastovuni fóru glaðar aftur til Vágs, afturmelding var góð

Vit takka Tove Ellingsgaard fyri framúr góða framløgu

OBS!

Av tí at tað bert var ein tannlæknastova sum teknaði seg vilja vit endurtaka skeiðið.

Forkvinnufrágreiðing 2018


Árið 2018 hevur verið sera strævið og gevandi, vit hava arbeitt nógv fyri at fáa okkara hús liðugt.

Arbeitt hevur eisini verið við at fáa stuðlar til fígging, so vit kundu fáa húsið liðugt innan. Hetta gekk gott.

Við nógvari sjálvbodnari hjálp kundu vit verða stolt og errin at boða frá, at almenn móttøka varð 4. desembur og okkara hús bleiv tikið í brúk.

KRIS hevur gjørt eina avtalu við grunnin. Leiguavtala er undirskrivað og leigan pr.mðr. verður 14.000 krónur inkl. ljós og varma. Hetta meta vit at vit kunnu klára. Um ringar tíðir koma, hava vit grunnin at hjálpa okkum. Okkara játtan frá landinum bleiv hækkað í ár upp til 1.350 túsund krónur, tvs. hækkað við 150.000 kr. Játtanin fer til raksturin.

Gvøðbjørg arbeiðir fulla tíð. Malan arbeiðir hálva tíð. Beinta arbeiðir nakrar tímar um vikuna og Sigvør arbeiðir eisini nakrar tímar um vikuna.

Sigast skal, at nógv av arbeiði hjá oman fyri nevndu, eisini er sjálvboðið.

2018 hevur eisini verið eitt gevandi arbeiðsár – tá man fær allan aktivitetin niður á pappír, so letur tað veruliga eyguni upp fyri hvussu nógv hendir ígjøgnum eitt ár.

Aktivitetur:

  • 15. januar – fundur við Jarvin í ÍSF: framtíðarætlanir og samstarv.
  • 30. januar – Gvøðbjørg hevði eina framløgu hjá Bituff: temakvøld um pedofili – ”vit mugu tora at tosa um tað”
  • 28. februar – fundur við Blákross: Aðalskrivari Dakku, Lív sálarfrøðingur og Alisa námsfrøðingur greiddu frá fyribyrgingararbeiði. Tosaðu eisini um samstarv.
  • Feburar – lýsingartilfar til kunningarblað hjá HB.
  • 11. apríl – fundur við Eyðgunn Samuelsen landstýriskvinnu, Eyðun Mohr Hansen aðalstjóra og Elin Winther Poulsen samskipara, ”framløga”.
  • 14. maj – konsept í Suðuroy ”Saltsilo”
  • Juni – KRIS hevur føroyskað tvey heftir um kynsligan ágang, sum eru givin út.
  • 6-7 juni – Sigvør og Malan ”landskonferansu” í Noreg
  • 12. juni – Sigvør og Malan hava fyrstu undirvísing á dagstovni.
  • 9-10 juni – KRIS ráleggingardagur
  • 8. august – Grein í Sosialinum um arbeiði hjá KRIS – Malan, Gvøðbjørg og Beinta
  • 25. august – landsinnsavnan
  • 28.august – verið á ráðstevnu NFBO. Sigvør, Malan og Gvøðbjørg
  • 10. oktobur – luttóku á Sálarheilsudegnum, høvdu ein bás. Beinta fortaldi sína egnu søgu á palli.
  • 27. novembur – vitjan av politikarum frá hesum flokkum: Miðflokkurin, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin.
  • 4. desembur – KRIS letur alment upp.

Framtíðin:

Vit arbeiða við verkætlanum innan:

  • Eldraøkið
  • Dagstovnar
  • Skúlar
  • Tannlæknar
  • Læknar
  • Sjálvhjálparbólkar

Vit eru allar sera spentar uppá framtíðina og okkara komandi verkætlanir, sum vit brenna fyri. Vit fýra fara glaðar til arbeiðis og trívast væl hjá KRIS

Takk fyri álitið

Beinta M. Pedersen

Forkvinna, KRIS.