Sjálvhjálparbólkar

Sjálvhjálparbólkar fyri kvinnur byrja eftir heystfrítíðina

Hvar ? 

Í hølinum hjá KRIS á Toftum

Hvussu ofta ? 

12 ferðir

Hvussu leingi ? 

2 tímar

Hvønn eru bólkarnir til?

Sjálvhjálparbólkar til tey, ið ynskja at vera saman við øðrum, ið eisini hava upplivað kynsligan ágang.

Allir bólkarnir hava ein bólkaleiðara, ið hevur ábyrgd av bólkinum.

Tað eru í mesta lagi 6 persónar í hvørjum bólki.

Ynskir tú at melda teg til ella at vita meiri, skriva til info@kris.fo ella ring á tel. 44 81 81.

Vit eru byrjaði aftur 

KRIS bjóðar undirvising til skúlar og stovnar kring landið.

Undirvíst verður og øðrum vaksnum, sum arbeiða við børnum og ungum.

Eisini bjóða vit undirvísing til námsfrøðilesandi, sum ynskja at nema sær meira vitan um evnið.

Fyrsta undirvísingin eftir summarsteðgin, var til ein evnisdag, har ynski var meira vitan og kunning um, hvussu vit leggja merki til tekin, ið kunnu benda á kynsligan ágang.

  • Hvussu kann skúlin ella stovnurin hjálpa einum barni, sim hevur verið fyri kynsligum ágangi?
  • Hvussu kunnar skúlin /stovnurin næmingar ?
  • Hvussu kunnar skúlin/ stovnurin foreldur?

Hevur hetta tykkara áhuga, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á info@kris.fo.

Undirvísingin kann tillagast eftir tykkara tørvi.

UNDIRVÍSINGIN ER ÓKEYPIS 

Á vitjan í Reykjavík. 

Sum ein partur av samstarvsmenning og vitanarútbýting við grannalond okkara, vóru umboð fyri KRIS á vitjan hjá Stigamót í Reykjavik í mai.

Stigamót er, eins og KRIS, ein miðstøð, ið veitir hjálp til vaksin, ið hava seinárin av kynsligum ágangi í barnaárunum.

Høvuðssætið hjá Stigamót er í Reykjavik , men ferðast tey eisini runt í landinum, fyri at veita hjálp og vegleiðing.

Endamálið við vitjanini var , sum áður nevnt, at deila vitan og byggja upp samstarv við okkara starvsfelagar í grannalandi okkara.

Hetta var fyrsta av fleiri tilrættaløgdum vitjanum til grannalond og siggja vit fram til eina spennandi og læruríka tíð. 

Barnaváttanarlógin verður sett í gildi 

1. juni 2022 varð barnaváttanarlógin sett í gildi. Endamálið við lógini er at verja børn og ung ímóti kynsligum ágangi. Lógin kann lesast her.

Sambært barnaváttanarlógini skulu landsstovnar, kommunalir stovnar, feløg, felagsskapir v.m. fáa barnaváttanir til vegar, áðrenn persónur verður settur í starv ella verður settur til ávísa uppgávu, ið ber í sær beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár. Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur tískil í samstarvi við Føroya Politi, Dátueftirlitið og Undirvísingarstýrið orðað eina vegleiðing, ið kunnar um nýggju lógina. Til ber at lesa vegleiðingina her.

Harumframt hevur Undirvísingarstýrið undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum gjørt eina mannagongd fyri undirvísingarverkið, tá ið nýggj størv skulu setast eftir gildikomu lógarinnar. Mannagongdin kann helst eisini nýtast sum íblástur hjá øðrum og kann lesast her.

Umframt at hava skrivað part av vegleiðingini hevur Føroya Politi gjørt eina frágreiðing á heimasíðuni, sum í stuttum lýsir, hvat ein barnaváttan er, eins og leinki er til serliga oyðublaðið og telduforrit, tá ið søkt verður um barnaváttanir. Kunningin frá Politiinum kann lesast  her.

Fólkatingsins umboðsmaður hevur í síni ársfrágreiðing fyri 2011 bls. 57-61 viðgjørt spurningin um barnaváttanir í sambandi við almennar setanir. Frágreiðingin kann lesast her.

Foreldrafundur

Vit, sum dagliga eru um børn, kunnu ikki verja tey móti øllum illum í lívinum, men kunnu tosa við tey um kropp og mørk, soleiðis at tey skilja millum rætt og skeivt, læra at siga nei og kenna egin mørk.

Í síðstu viku var KRIS í Hvalbiar- og Sumbiar skúla og greiddi foreldrunum frá .

TILBÚGVING

UM ILLGRUNI ER UM KYNSLIGAN ÁGANG MÓTI BØRNUM OG UNGUM

Okkara vón er, at tilbúgvingin kann vera við til at hjálpa, stuðla og vegleiða starvsfólki – og eisini teimum, ið hava upplivað kynsligan ágang. Tað er ein sannroynd, at tað í nógvum førum er trupult at vita, hvussu ein skal handfara eina slíka støðu. Harumframt er ikki óvanligt, at ein sum starvsfólk ella privat persónur kann koma í eina tvístøðu viðvíkjandi, nær fráboðast skal ella ikki. Hesi ivamál kunnu í onkrum førum vera við til, at ágangurin kann halda fram og/ella at neyðuga hjálpin ikki verður veitt viðkomandi til rætta tíð.

7: Eg vildi bara hava mítt virði aftur 

Fortíðina fái eg ikki gjørt nakað við, men nútíðina og framtíðina kann eg og vil eg ávirka. Eg havi ikki skyldina av tí, sum hent er, men eg havi ábyrgdina av at fáa mítt lív gott aftur

Eg minnist, hvussu eg hugsaði, at hann skuldi ikki eiga meg. Tá eg hevði fríggjað við onkrum drongi, so var tað, sum átti hann eitt lítið petti minni av mær, og eg hugsaði “Stikk denn! Hevði tú bara vitað! Tað er ikki bara tú, sum vilt hava meg!” Og jú fleiri, jú størri var kenslan av at vera nakað verd fyri onnur mannfólk enn bara hann. Og virðingin fyri mær sjálvari vaks eisini… Til hon ikki vaks meir. Til eg hevði givið so nógv av mær sjálvari til so nógvar ymiskar. Til tað ikki hevði nakað at siga fyri meg longur. Til eg merkti, at virðingin frá vinfólkum og teimum rundanum meg minkaði. Eg bleiv ein søga. Eitt objekt. Men hvussu skuldu tey skilja, at eg bara vildi hava mítt virði aftur? At eg ikki dugdi at siga nei? At eg ikki visti, at mann kundi siga nei? At eg bert vildi vera ein vanlig tannáringagenta við vanligum tannáringatrupulleikum og uttan eina fortíð, sum eg vildi gloyma?

Á henda hátt var mín tilvera, mítt kynslív, ein tvístøða millum at vera errin av mínum vikuskiftisavrikum, sum góvu mær betri sjálvsálit, men eisini nakað, sum eg skammaðist um.

At verða kynsliga misnýtt hevur verið við til at gjørt meg til tann persónin, eg eri í dag. Tað hevur heilt sikkurt tikið nógv frá mær í mínum barna- og ungdómi og eisini nakað inn í vaksnamannalívið. Tað hevur ávirkað meg og tær relatiónir, eg havi havt við mannfólk nógv og eisini sett nøkur spor í relatiónir við mínar vinkonur.

Fortíðina fái eg ikki gjørt nakað við, men nútíðina og framtíðina kann eg og vil eg ávirka. Eg havi ikki skyldina av tí, sum hent er, men eg havi ábyrgdina av at fáa mítt lív gott aftur. Eg kundi eisini latið vera við at gjørt nakað við tað. Ikki snakkað um tað. Ikki skrivað um tað. Bara havt tað fyri meg sjálva. Eg kundi verið bittur inn á abba mín og inn á lívið. Eg kundi hugsað, hví skuldi tað henda mær? Hvat gjørdi eg galið? Hent er hent, eg má bara liva við teimum beisku avleiðingunum, sum hetta hevði við sær. Men tað vil eg ikki. Eg vil hava eitt gott lív. Eitt gott sexlív, sum ikki er ávirkað av eini misnýtslu, sum ein maður eina ferð valdi at byrja.

Eg havi ábyrgdina av at fáa mítt lív gott aftur – tí hvør annar fer at gera tað?

At skriva hesar bloggarnar hevur verið sera læruríkt og sjálvrannsakandi fyri meg. Tað hevur kravt, at eg havi verið noydd at farið aftur í støðurnar og endurskapað tær, fyri at kunna skriva, hvussu tær fóru fram. Tað hevur sjálvsagt ikki altíð verið lætt, men kortini er tað gott at fáa vent bøkkunum eina ferð afturat. Eg havi eisini snakkað nógv við míni nærmastu, serliga familju, men eisini onkrar vinir at vita, hvussu tey minnast ymsar støður, fyri at fáa tær so nær veruligu støðunum sum gjørligt. Gjøgnum hesa seinastu tíðina havi eg eisini ynskt at koma meiri til botns í øllum hesum. KRIS hevur vegleitt meg at venda mær til barnaverndina, har eg havi fingið innlit í málið. Har kundi eg lesa brævaskiftið millum barnaverndina og sálarfrøðingar, eftirskúlan, løgregluna og ymisk onnur skjøl, sum snúgva seg um mítt mál. Hetta hevur verið áhugavert at lisið, tí nógv av tí visti eg ikki, og so er tað eisini nógv, sum eg havi gloymt. Harafturat eri eg eisini vorðin vegleidd í at seta meg í samband við løgregluna, fyri at fáa innlit í alt, sum tey hava um meg. Hetta havi eg fingið játtað, og næsta stigið verður so at fara oman á løgreglustøðina at lesa hetta undir eftirliti.

Hetta verður eisini seinasti bloggurin frá mær á hesum sinni. Sum sagt, hevur hetta hjálpt mær sera væl, og eg kenni meg sterkari og klókari enn eg gjørdi, áðrenn eg byrjaði at skriva. Vónandi hevur tú sum lesari eisini lært okkurt, og eg vóni sjálvandi mest av øllum, at bloggarnir hava kunnað hjálpt øðrum í somu ella líknandi støðum, sum eg og familjan hava verið og eru í.

Til seinast vil eg takka túsund ferðir fyri, at tit lósu, og ikki minst fyri ta heilt ótrúliga góðu móttøkuna og áhugan, sum hevur verið at lesa bloggarnar – tykkara rósandi og stuðlandi orð hava veruliga gjørt mun og hava givið mær orku og hug at skriva um hetta evnið, sum liggur mær so nær at hjarta, og sum eg við hesum havi ynskt at varpa enn meiri ljós á. Eisini ein stór tøkk til mína familju, sum gjøgnum alt – bæði tá ið á stóð, og eisini nú, meðan eg havi skrivað bloggarnar – hevur stuðlað mær út í tað óendaliga. Ein serlig tøkk til mann mín, Inga, fyri at verða so stuðlandi og skiljandi gjøgnum alt. 
Síðst, men ikki minst, tøkk til KRIS fyri at geva mær hendan møguleikan og eisini fyri allan stuðul, hjálp og vegleiðing tit hava veitt og enn veita mær.

Fylgið endiliga við á facebooksíðuni ella heimasíðuni hjá KRIS, tí vónandi og væntandi kemur ein nýggjur bloggari um ikki so langa tíð. 😊

Kærastu heilsur og enn einaferð takk!

Annika Osvaldsdóttir Sørensen

6: Eg føldi meg skitna og ólekkra

Tá hann var farin útaftur, fór eg inn á vesið, sum var beint við síðuna av, har eg vaskaði mær væl við sápu bæði um munnin og hendurnar. Bustaði tenninar og vaskaði alt, sum hevði viðvirkað og nortið við hann.

Um tú nakrantíð hevur hugsað um, hvussu tað er at blíva kynsliga misnýttur og at skula renna undan ágangi, so fert tú kanska at fáa ein feril av, hvussu tað er her. Sum onnur, sum hava verið misnýtt, áður hava greitt frá, so livir mann eitt parallelt lív við síðuna av tí vanliga lívinum, sum flest øll kenna til. So aftrat at skula hugsa um alt tað vanliga, sum eitt stórt barn og ungur tannáringur nú einaferð hugsar um, sum t.d. hvat ein fer at fáa til døgurða í dag, hvussu ein skal koma aftur og fram til frítíðarítrivini, planleggja avtalur við vinkonur o.s.fr., so fór nógv av míni orku eisini til at stúra fyri, nær næstu ferð fór at vera. Hvussu eg skuldi sleppa mær undan næstu ferð. Hvussu eg skuldi siga “Nei!”. Mangan eydnaðist tað at basa áganginum uppi í høvdinum á mær, men í veruleikanum frysti eg bara og segði onki. Fylgdi bara við. Gjørdi sum eg skuldi. Til tað bara bleiv ein “náttúrligur” partur av sambandinum okkara millum.

Eini stóribeiggi mín og eg vóru og vitjaðu ommu og abba. Eg minnist ikki, um tað var summarferia ella bara eitt vikuskifti – í hvussu er, vóru tað bara vit bæði. Eitt, sum gjørdi tað kul at vitja ommu og abba var, at tey høvdu parabol, so tey høvdu so nógvar kanalir, so har var altíð okkurt hjá øllum at hyggja at. Av hesum stóðust eisini nakrar orrustur um sjónvarpið, tá vit ikki vóru samd. Soleiðis bleiv tað eisini hendan dagin, at beiggi mín fekk tað stóra sjónvarpið, sum var niðri í stovuni, meðan eg, lítlasystir, mátti lúta og fara upp á loft at hyggja í tað sera lítla sjónvarpið, sum stóð inni á einum kamari á loftinum. Meðan eg siti og hyggi at onkrum barnasjónvarpi, kemur abbi inn. Skjúrtan er upplatin. Hann er klárur. Hann hevur fyrireikað seg. Hann kemur yvir í songina, har eg siti og hyggi. Hann byrjar at mussa meg. Tekur í hondina hjá mær og førir hana á sín yvirkropp. Eg skal kela hann. Vit fríggja eina løtu. Hann knappar klædningsbuksurnar upp. Førir hondina hjá mær spakuliga niður í undirbuksurnar. Eg visti ikki reiðiliga, hvat hetta var. Hvat hann vildi hava meg at gera – har. So eg gjørdi onki. Hevði bara hondina har. Hann royndi so at førka hondina fram og aftur, men av tí at eg ikki kendi til, hvat tað var at fleyga einum, so dugdi eg ikki. Visti ikki, hvat hetta gekk út uppá, og at hetta var fyri at nøkta hansara seksuella tørv. Hetta vardi tí ikki so longi. Men nóg longi til, at eg føldi meg skitna og tvitna. Vemmiliga. Ólekkra. Tá hann var farin útaftur, fór eg inn á vesið, sum var beint við síðuna av, har eg vaskaði mær væl við sápu bæði um munnin og hendurnar. Bustaði tenninar og vaskaði alt, sum hevði viðvirkað og nortið við hann. Hevði tað verið brúsa á hesum vesinum, so hevði eg brúsað mær, men tað var tað ikki. Men hetta hjálpti. Eg føldi meg ikki eins skitna og áðrenn. Men upplivingina mátti eg bera víðari í ryggsekkinum.

Eina aðru ferð var eg á baðirúminum í kjallaranum. Eg minnist ikki, um eg hevði verið í brúsu ella bara hevði verið á vesi og stóð og gjørdi okkurt framman fyri speglinum. Í hvussu er, so stóð hurðin opin, og sigast skal, at eg var fult klødd og legði sostatt ikki upp til nakað, um onkur nú skuldi hugsað tað. Tá kemur hann oman gjøgnum trappurnar og stillar seg í duraopið, og tá visti eg, hvat klokkan hevði sligið. Mussitíð.

Slíkar upplivingar gjørdu, at eg royndi at ansa mær ikki at fara á vesið í kjallaranum, tá ongin annar var í kjallaranum. Hetta minkaði kanska um støðurnar á júst hesum vesinum, men hvussu eg so royndi ikki at vera í rúmi saman við honum einsamøll, bar tað ikki altíð til, og hann fann meg í einarúmi og nýtti tað til sín fyrimun.

Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við meg á Facebook.

Undirvísing í fólkaskúlunum

KRIS hevur síðan januar 2020 verið úti á skúlum og undirvíst lærararum og næmingum í føroysku fólkaskúlunum.

Endamáliðvið undirvísingini er, at børn og ung ikki koma í vandastøður, har tey kunnu vera fyri kynsligum ágangi, og at menna teirra vitan og kunnleika um evnið, so tey duga betri at handfara støður, i samband við mørk og ágang.

Undirvíst hevur verið fyri lærarum og øðrum vaksnum, sum arbeiða við børnum og ungum. Eisini fyri námsfrøðilesandi, sum hava ynskt at nema sær meiri vitan um evnið.

Hjá lærarum hava vit verið inni á evnum sum: Hvat er kynsligur ágangur, møgulig tekin og atburður, ið kunnu benda á kynsligan ágang, um at spora børnini  so tíðliga sum gjørligt, og um tað neyðuga tvørfakliga samstarvið.

Stutt eftir byrjan kom stígur í vegna Korona og var eingin undirvísing frá mars – august 2020.

Í september 2020 varð spakuliga byrjað aftur og hevur KRIS hesi bæði árini rokkið 438 lærarum og 552 næmingum.

Eftirmeting frá lærarum hevur verið jalig og sagt varð m.a., at ongin grund var fyri at stúra ella óttastfyriat farið var í smálutir, at undirvísingin innibar persónligar søgur, ella at  tað fór at vera eitt sera kensluborið evni at hava, men hetta merktiskt ikki í undirvísingini.

Eisini varð sagt, at undirvísingin átti at verið fyri øllum, tí tað er ein samfelagsskylda, at forða fyri at nakað barn skal uppliva kynsligan ágang, og fyri at basa trupulleikanum, mugu vit tora at tosa um hann og síggja tekini. Eisini varð sagt, at tað serstakliga er gott, um lærarin sjálvur ikki setir seg føran fyri at tosa um kynsgøgn, kynsligan ágang, ring loyndarmál osv.

“Lærarar og námsfrøðingar burdu eisini móttikið slíka upplýsandi undirvísing. Bara við at upplýsa og vísa børnum, at vit tora at snakka um hetta, kunnu vit steðga møguligum kynsligum ágangi”.

Kalendarin fyri 2022 er við at fyllast og vóna vit í KRIS, at onki Korona verður, sum forðar fyri góðu gongdini.

Um onkur er, sum ynskir at fáa vitjan av okkum, so ber til at venda sær til kris@kris, ella ringja á tlf. 448181