Notice: Function _load_textdomain_just_in_time was called incorrectly. Translation loading for the eventorganiser domain was triggered too early. This is usually an indicator for some code in the plugin or theme running too early. Translations should be loaded at the init action or later. Please see Debugging in WordPress for more information. (This message was added in version 6.7.0.) in /mnt/wordpress_data/fo.kris/wp-includes/functions.php on line 6121

Notice: Funktionen _load_textdomain_just_in_time blev kaldt forkert. Indlæsning af oversættelse for twentysixteen-domænet blev udløst for tidligt. Dette er normalt en indikator for, at noget kode i pluginet eller temaet kører for tidligt. Oversættelser bør indlæses ved init-handlingen eller senere. Se venligst Fejlfinding i WordPress for mere information. (denne meddelelse blev tilføjet i version 6.7.0). in /mnt/wordpress_data/fo.kris/wp-includes/functions.php on line 6121
Tíðindi – Side 10 – Kris

Vit vilja náa longur út

Skjótt koma vit inn í 2019

Eitt ár og fimm mánaðar tók tað at gera nýggja heimið hjá stuðulsgrunninum hjá KRIS klárt at búleikast í.

Virksemið hjá KRIS er nú alment tikið í nýtslu og karmarnir eru góðir, má sigast.

Landið og alt føroya fólk kann njóta gott av hesum:

• Terapi hjá KRIS er ókeypis

• Tlf. er opin allan sólarringin

Fær KRIS eina hægri játtan á fíggjarlógini, kunnu vit røkka enn fleiri bólkum í Føroyum.

Okkara ynski er at røkka út til bólkar kring landið, t.d. barnagarðar, skúlar, eldrarøkt, samkomur, ítróttarfeløg, virkir og stovnar – bæði innan almenna og privata økið.

Fleiri av omanfyrinevndu hava tørv á hjálp tilat gera tilbúgvingarætlan innan kynsligan ágang. Vit hava servitan innan økið.Og tað er ongantíð ov skjótt at koma í gongd – jú skjótari vit fara í gongd, júskjótari fáa vit í felag hjálpt okkara borgarum, eldri sum yngri, viðseinárinum av kynsligum ágangi

Hagtølini fyri 2017 vísa, at 139 menniskju vendu sær til KRIS um hálp, harav vóru 107 kvinnur og 32 menn.

Almenn móttøka

Takk til øll tykkum sum komu út á Toftir í gjár. Vit vóru sera glað og takksom fyri at síggja so nógv fólk, sum komu at ynskja okkum tillukku við okkara hugnaliga verðistaði.
Rørandi at síggja landsins myndugleikar, familju, vinir, virkir og ikki minst aðrar felagsskapir, sum eisini gera eitt megnar arbeiði.
Takk til røðarar, góðan sang frá Jens Marna Hansen og allar tær góðu heilsanir og gávur vit fingu.

Opið hús

Fyri góðum ári síðani, keypti stuðulsgrunnurin hjá KRIS gamla BankNordik bygningin á Toftum . 

Felagsskapurin kemur at húsast við sínum virksemi í bygninginum.

Í hesum sambandi verður latið alment upp, týsdagin 4 des. 

Opið verður frá kl 13 – 17. Tað hevði glett okkum at sæð nógv fólk hendan dagin. Adressan er, Á Kneysum 6, Toftir 

Verið hjartaliga vælkomin. 

Heilsan KRIS og Stuðulsgrunnurin

Altjóða sálarheilsudagurin

Altjóða Sálarheilsudagurin var  10.10.18. Tað var Sinnisbati, ið skipaði fyri degnum, ið varð hildin á Østrøm.

Kris lutók aftur í ár, bæði við hugnaligum bási og við áhugaverdari og rørandi framløgu frá forkvinnuni í Kris , Beintu M Pedersen.
Beinta segði frá lívi sínum við kynsligum ágangi í barnaárunum og seinárinum av kynsligum ágangi.
Nógv fólk vitjaðu básin hjá okkum. 

Kunnandi fundur hjá KRIS

Miðflokkkurin á vitjan hjá KRIS 22. november.
Hósdagin 22. november bjóðaði felagsskapurin KRIS politisku flokkunum til kunnandi fund um arbeiði hjá KRIS í nýggju og stásiligu hølunum hjá felagsskapinum á Toftum. Umboðandi Miðflokkin var Karsten Hansen, sum í løtuni situr á tingi, fyri Jenis av Rana.
Byrjað varð við rundvísing í húsinum, og síðani greiddu umboð fyri KRIS frá virkseminum hjá felagsskapinum. Somuleiðis greiddi ein maður frá um sínar avbjóðingar av seinárinum av kynsligum ágangi.
KRIS hevur í umleið 20 ár sett seta kynsligan ágang í á breddan, og hevur veitt stóra hjálp til fleiri av teimum mongu, sum hava verið fyri hesum herviliga órætti.
139 persónar, heittu á KRIS um hjálp í 2017.
Miðflokkurin hevði í øll árini stuðlað KRIS, og Miðflokkurin vil framhaldandi arbeiða fyri at tryggja felagsskapinum góðar og tryggar umstøður.

Takkarskriv

Vit ynskja av hjarta at takka tykkum mongu, sum stuðlaðu okkum til landsinnsavnanina 25 august. Takk fyri reiðan pening, uppringing til 90 nr, sms og flytingum í bankan.
Inn komu 186.479 Kr , og fer hann óskerdur til hús okkara á Toftum, sum skal verða karmur um vaksandi virksemi hjá felagskapinum. KRIS bjóðar ókeypis ráðgeving og hjálp til tey, sum stíðast við seinárinum av kynsligum ágangi og familjum teirra.
Vit gleða okkum til at kunna bjóða okkara umsorgartænastu fram, ikki bert sum persónliga og fakliga, men eisini sum eitt veristað við hugnaligum og tryggum kørmun, sum tey , ið hava verið fyri kynsligum ágangi, hava so stóran tørv á og hava uppiborið at fáa.
Eitt stórt takk frá hjarta  m
Vinarliga
Stuðulsgrunnurin  hjá KRIS