Fyribyrgjandi undirvísing

TÍÐINDAGREIN

Týskvøldið tann 12. juni var undirvísing fyri 55 námsfrøðingum/hjálparfólki á dagstovnunum í Sunda kommunu.

Dirvi til at síggja – tryggleika til at handla. 

Tað eru Sigvør Gregersen, námsfrøðingur og Malan Kjærbo, sosialráðgevi, sum – vegna KRIS – bjóða seg fram til at undirvísa fakfólki í at tola at hoyra tað, ið barnið sigur og at fanga/síggja ábendingar frá barninum. Tær hava eina holla vitan um økið og hava nomið sær kunnleika til at undirvísa í hesum trupla og ofta bannhalgaða evninum.

Undirvísingin var eyðmerkt av áhuga fyri og spurningum um m.a. tekin um ágang, nær orsøk er til stúran, nær orsøk er til inntriv, og um hvussu ein tosar við børnini um evnið kynsligur ágangur.
Um vit tosa við børn um ágang á teirra egna menningarstigi og tey merkja, at tey verða tikin í álvara, so koma søgurnar.

Tað er sjón fyri søgn, at vit læra, at tað hevur týdning at læra børnini at tosa um góðar og ringar kenslur, tí vit fáa bara góðar og jaligar afturmeldingar um undirvísingarátakið.

Um áhugi er fyri einum tílíkum undirvísingarátaki, eru tit vælkomin at venda tykkum til: Sigvor@kris.fo ella Malan@kris.fo

Átakið er fyri øll, sum hava við børn og ung at gera – m.a. lærarar, námsfrøðingar, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarfrøðingar, tannlæknar og sálarfrøðingar

 

KRIS HEVUR FØROYSKAÐ TVEY HEFTI UM KYNSLIGAN ÁGANG OG GEVUR ÚT NÚ

KRIS Føroyar ,  fyribyrging – kunning – undirvísing

                               

Í samstarvi við Red Barnet í Danmark, ið hevur tikið stig til at geva út fýra hefti um kynsligan ágang móti børnum, hevur KRIS umsett tvey tey fyrstu heftini til Føroyskt. Ætlanin er, at tey bæði seinnu heftini koma út í næstum.
Tá ið vaksin fremja ágang – er fyrsta heftið av fýra, ið eru ætlað vaksnum. Í hesum hefti fært tú breiða kunning um, hvat kynsligur ágangur ímóti børnum er.
Tá ið illgrunin kyknar – er næsta heftið. Her eru ráð um, hvussu tú kanst bera teg at, um tú sum foreldur, avvarðandi ella fakfólk fært illgruna um, at eitt barn er fyri kynsligum ágangi.
Stríðið móti kynsligum ágangi
Eins og Red Barnet vil KRIS stríðast ímóti kynsligum ágangi ímóti børnum.
Børn hava rætt til at vera børn og eiga ongantíð at verða tvingað til kynsligt samband. Øll børn kunnu vera í vanda fyri kynsligum ágangi, men førleikaveik børn eru í størri vanda enn førleikasterk børn. Børn, sum vaksa upp í ótryggum umhvørvi og eru nógv einsamøll, eru viðkvæmari, tá ið vaksin skemmari vísir teimum umsorgan og tann hátt roynir at fáa samband í lag við tey.

Eingir skemmarar eru líka Hugmyndin um tann eyðkenda kynsliga skemmaran við feittutum hári og í knarvakoti samsvarar sjáldan við veruleikan. Tað er ein sannroynd, at teir sleppa sjáldan at vera saman við børnum, og tí – sjálvt um teir vildu – hava ikki nógvar møguleikar at fremja kynsligan ágang. Í staðin mugu vit staðfesta, at vaksin, sum finna røttu løtuna til at fremja kynsligan ágang ímóti børnum og ómyndigum, eru ógvuliga ymislig fólk.
Vit vita, at ein stórur partur av ágangi hendir í húskinum ella í nærumhvørvinum. Ein minni partur hendir á dagstovnum, í skúlum og í sambandi við frítíðarvirksemi.
Frá vinalagi til kynsligan ágang
Hjá vaksnum kann vera trupult at taka støðu til ta sosialu tilveruna, ið børn og ung liva í á netinum. Men kynsligur ágangur kann eisini fara fram gjøgnum talgildar miðlar. Talan kann vera um børn og ung, ið gera seg inn á hvørt annað, og um vaksin, ið gera seg inn á børn. Til dømis kann ágangurin koma fyri, eftir at skemmarin í langa tíð hevur bygt upp eitt vinalag og so lokkar ofrið at hava kynsligt samband t.d gjøgnum vevmyndatólið ella við at hittast.
Við vitan kann kynsligur ágangur fyribyrgjast
Vitan er sterkasta vápnið, tá ið støða verður tikin til kynsligan ágang fakliga og persónliga bæði í samband við tað fyribyrgjandi arbeiðið, tá ið illgruni kyknar og í heilt ítøkiligum málum.
Bæði foreldur og fakfólk, sum dagliga eru um børn, hava tørv á vitan og amboðum, fyri at veita børnunum ta verju, tey hava rætt til.
Kynsligur ágangur er bert ein av fleiri orsøkum til, at børn og ung vísa tekin um vantrivnað ella frávíkjandi atburð. Samstundis vísa summi børn sera ógreið ella als eingin sjónlig tekin, hóast tey hava verið fyri ágangi. Í øllum førum eiga vit vaksnu at fara til verka, um eitt barn t.d. hevur angist, fer lætt at gráta, hevur ilt við at sova o.s.fr.
Eingin endaligur svarlisti er at taka til fyri at varnast ella avdúka kynsligan ágang. Tí eiga vit at leita okkum vitan um, hvørjar sálarligar og sosialar avleiðingar, kynsligur ágangur hevur, og á tann hátt duga betur at meta um illgruna.
KRIS vónar, at hesar útgávur kunnu vera við at stuðla foreldrum og fakfólki í stríðnum móti kynsligum ágangi á børn.

Heftini, sum eru uttan kostnað, kunnu fáast við at venda sær til: kris@kris.fo

Kris vil fegin takka Jólamerkjagrunninum fyri stuðul til hesar útgávurnar, Red Barnet fyri útlutan av tilfari og Sprotanum fyri gott samstarv í sambandi við rættlesur og útgávu

Intersport summer cup

Samstarv við Kris Føroyar!

Fyrr í ár hava vit gjørt eina samstarvs avtalu við felagsskapin KRIS, har vit koma at hjálpa at kunna um arbeiðið hjá felagsskapinum.

– Vit ynskja at vera við til at seta ljós á tað stóra og týdningarmikla arbeiðið, ið KRIS ger, sigur Andrass Thomsen høvuðsfyriskipari.

Sum partur av samstarvinum, so kemur búmerkið hjá KRIS at vera á øllum t-shirts, ið luttakararnir í Intersport Summar Cup fáa.

– Vit gleðast um, at ítrótturin er við til at varpa ljós á bannhalgaða evnið kynsligur ágangur, sigur Beinta M. Petersen, forkvinna í KRIS.

Les meira um Intersport Summer Cup : Her

 

Góðu Suðuroyingar !

Vit hjá KRIS ynskja at takka tykkum øllum fyri sera góða móttøku í sambandi við okkara átaki Tøgnin er Brotin í Saltsiloini leygarkvøldið 12. mai. Takk til Steingrím Niclasen og starvsfólkini í Saltsiloini.
Vit ynskja eisini at takka tónleikarunum, Hotel Bakkanum í Vági, gistingarhúsinum í Miðbrekkuni og síðst men ikki minst tykkum, sum góvu tykkum stundir til at koma at lurta eftir okkum.
Í góðveðrinum leygardagin var eisini tíð til at síggja tykkara sera vøkru oyggj. Ein góður og gevandi túrur.

Varpa ljós á kynsligan ágang

Hilmar Jan Hansen hevði í fyrrapartssendingini, Sjóðteim á Rás2, har hann prátaði við Bodil Simonsen, Joan Højgaard og Beintu M. Petersen um kynsliga misnýtslu.

Beinta er forkvinna í KRIS og Bodil og Joan greiddu frá um kynsliga misnýtslu. Talan gjørdist um eitt opið, bersøgið, men neyðugt prát um eitt evnið, ið samfelagið má og skal taka støðu til.

Stuðulsgrunnurin hjá KRIS fer at hava konsert í Saltsiloini á Tvøroyri leygarkvøldið 12. Mei klokkan 19. Í samrøðuni var eisini greitt frá tí tiltakinum.

 Hoyr samrøðuna her:

Átak – Stuðulsgrunnurin hjá KRIS

Stuðulsgrunnurin hjá KRIS fer at hava konsert í Saltsiloini á Tvøroyri leygarkvøldið 12. Mei kl. 19.00.

Átakið Tøgnin er brotin

Átakið Tøgnin er brotin, fer at snúgva seg um, at 2 kvinnur siga frá um kynsliga ágangin, tær hava upplivað í barnaárunum. Onnur kvinnan greiðir frá um tá hon varð misbrúkt av pápa sínum, meðan hin greiðir frá hvussu dóttir hennara varð misbrúkt innan samkomuna.

Eisini greiðir ein triðja kvinna frá, tá hon, sum barn, varð misbrúkt av kvinnu og manni.