Stórt innsavningartiltak í sjónvarpinum

Felagsskapirnir KRIS og Sinnisbati skipa í felag fyri stórum innsavningartiltaki leygarkvøldið 30. oktober, sum verður sent beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.

Í sendingini verða fleiri hjartanemandi søgur, gestir, innsløg um arbeiðið hjá KRIS og Sinnisbata, umframt fleiri skemtilig innsløg og góður tónleikur.

Alt kvøldið kunnu einstaklingar og felagsskapir stuðla stóra og umráðandi arbeiðinum hjá KRIS og Sinnisbata. Til ber at flyta pening á netbankanum ella við at ringja og flyta pengar á konto. Eisini verður møguligt at stuðla við at senda sms.  

Øll, ið stuðla, kunnu m.a. vinna ein spildurnýggjan bil, føroysk klæðir, silvur til føroysk klæðir og ein málning.

Vikuna undan stóra sjónvarpskvøldið vera tiltøk kring landið, ið fólk sjálvi taka stig til. Øll eru vælkomin at skipa fyri sínum egnu innsavningum og soleiðis vera við at stuðla arbeiðinum hjá KRIS og Sinnisbata.

Vertir á kvøldinum vera John Johannesen og Sára Jógvansdóttir.

Pubquiz-kvøldi á Maggies leygarkvøldið 25. september

Í samband við innsamling til Sinnisbata og KRIS felagskapinar, fara vit at skipa fyri einum Pubquiz-kvøldi á Maggies leygarkvøldið 25. september. Kvøldið byrjar kl. 17.00 við einum vælkomstdrykki, síðan verður borðreitt við vælumtóktu burgarnum frá Hannisi og onkrum góðum afturvið og kaffi omaná.
Kl. 20.00 – 22.00 verður so pubquiz, sum Karlot skipar fyri. Onkur uppboðssøla verður eisini.

Les meira her :Matur og Pub Quiz. Stuðulstiltak fyri Sinnisbata og KRIS – Maggies Café

Tú kanst melda til her: – Maggies Café

Fjalda farsóttin

Hetta seinasta árið hevur lært okkum – bæði sum einstaklingar og sum samfelag – hvussu krevjandi tað er atvinna á einari farsótt. Serliga hava vit sæð tørvin á einari týðiligari politiskari leiðslu. Ein kann sjálvandi verasamdur ella ikki samdur í hvønn veg skal gangast, men vit kunnu ikki lasta okkara politikkarum fyri at tey ikkihava megna at sett felags átøk í verk fyri at basa smittuni.

Vit eiga at hugsa um kynsligan ágang, sum eina farsótt

Hendan “farsóttin” kemur av og á upp til vatnskorpuna og nemur við tilvitskuna hjá flest øllum. Í flestu førumkemur tað av, at miðlar og onnur seta sjóneykuna á álvarsligar einstaklinga hendingar, ella sum nú, tá ljós verður varpað á kanning um harðskap og ágang.

Í kjalarvørrinum á hesum sæst stórur politiskur áhugi, m.a. verður sagt, nú úrslitini av kanningini eru løgd fram,at eingin í Føroyum skal vera fyri harðskapi ella ágangi, at vit skulu krevja eina null-hugsjón og at arbeiðið við at basa harðskapi og ágangi, er ikki liðugt.

Alt í alt gott og gagnligt, men tá dustið hevur lagt seg, verður farsóttin aftur goymd ella gloymd. Og eisini politiski áhugin minkar til fyrimuns fyri onnur “týdningarmikil” mál.

WHO lýsir harðskap og kynsligan ágang sum størsta fólkaheilsutrupulleikan í okkara tíð. Bæði vegna álvarsliguskaðaárinini, sum tað hevur við sær á einstaklingar ,familjur, nærumhvørvi og samfelag. Men eisini vegna vavið.

Vit vita ikki hvussu nógv børn og ung vaksa upp við kynsligum ágangi í Føroyum. Rætt og slætt tí at mestiágangurin ongangtíð kemur fram í dagsins ljós.

Tíbetur eru politikarar frammi og hava vilja til at verða týðilig í útsøgnini um at eingin skal vera fyri kynsligumágangi. Vit saknað tó, at sjóneykan verður sett enn meira á at gera eina tílíka visión til veruleika.

Land okkara hevur góðar møguleikar at fremja hesa visión til munagóðan praksis. Vit vita tað, tí vit síggja, at ádagstovnum, skúlum og øðrum virkjum og stovnum, eru nógv, sum fegin vilja gera nakað við hesa avbjóðingina.

Men vit vita eisini, at tað eru krevjandi uppgávur, sum starvsfólkini standa frammanfyri:

Eingin avbjóðing er torførari enn at spyrja um ágang

Eingin ótti er størri enn at mistonkja onnur fyri at hava gjørt seg inn á eitt barn

Eingin sjálvsábreiðsla er meiri pínufull enn at føla, at ein hevur svikið eitt barn

Eingin ótti er størri enn at risikera at fara skeiv/ur

Og álíkavæl verður verður væntað at starvsfólk bróta tøgnina og siga frá. Fyri barnsins skuld.

Vit vita øll at kynsligur ágangur hendir, og vit vita øll at tað er skaðiligt. Tað sum er krevjandi, er at grípa inn. Tað merkir at vitan má mennast til førleika.

KRIS hevur eina null hugsjón, um at eingin í Føroyum skal vera fyri kynsligum ágangi. Vit standa heilhugaði aftanfyri visiónina.

Brúkið okkum !

VEL TÆR NÝGGJAR LEIÐIR

KRIS hevur seinastu tíðina verið á Sandoynni og undirvíst í skúlum.
Ì hesum sambandi hava vit gjørt av at vit vilja enda við einum tiltaki við heitinum:
Vel tær nýggjar leiði- tað ber til at liva við tí, sum er hent og ikki í tí sum er hent.
Fólk frá KRIS sum sjálvi hava verið fyri kynsligum ágangi ella hava haft ágang í familjuni, siga frá at tað ber til at fáa eitt gott lív aftaná ræðuligu hendingarnar. 

TALIÐ AV ÁHEITANUM VAKSANDI

Seinastu trý árini hava 409 fólk vent sær til KRIS vegna seinárin av kynsligum ágangi. Av hesum vendu 316 sær til KRIS fyri fyrstu ferð og 93 , vóru afturvendandi.

Meðan aldursbólkurin 18-29 ár og 30-65 ár er hækkandi, so lækkar talið á teimum, sum eru eldri enn 65 ár.

Seinastu trý árini hava 409 fólk vent sær til KRIS. Av hesum vóru 300 kvinnur og 109 menn.

Tølini vísa eisini, at 290 vendu sær persónliga, 82 áheitanir vóru frá avvarðandi, 13 frá nærumhvørvinum og 24 frá stovnum og øðrum myndugleikum.

Flestu áheitanirnar eru persónligar. Tó eru tað eisini avvarðandi og onnur sum seta seg í samband við KRIS.

UNDIRVÍSING Í FÓLKASKÚLUNUM

KRIS bjóðar seg fram at undirvísa í fólkaskúlunum, upprunaliga 5. og 8. flokkunum, um rættin til egnan kropp. Undirvísingin tekur støði í barnarættindasáttmálanum, sum sigur, at børn skulu verjast móti øllum sløgum av kynsligari misnýtslu og kynsligum ágangi.

Endamálið við undirvísingini er :

• At næmingar læra og fáa vitan um teira rættindi – rættin til verju móti øllum slagi av harðskapi, misbrúki og misnýtslu.

• At næmingar læra at seta mørk, bæði í samband við seg sjálvan og við onnur.

• At næmingar læra at verja seg sjálvan og læra at siga frá.

Undirvíst verður í evnunum:

• Rættindi

• Kenslur

• Mørk

• Rættin til egnan kropp

Aftan á undirvísingina fáa børnini eitt skriv við heim til foreldrini, har tað stendur hvat undirvíst hevur verið í.