Aðalfundur felagsins verður hósdagin 19. mars kl 16.

Aðalfundur felagsins verður hósdagin 19. mars kl 16.
eventorganiser
domain was triggered too early. This is usually an indicator for some code in the plugin or theme running too early. Translations should be loaded at the init
action or later. Please see Debugging in WordPress for more information. (This message was added in version 6.7.0.) in /mnt/wordpress_data/fo.kris/wp-includes/functions.php on line 6121twentysixteen
-domænet blev udløst for tidligt. Dette er normalt en indikator for, at noget kode i pluginet eller temaet kører for tidligt. Oversættelser bør indlæses ved init
-handlingen eller senere. Se venligst Fejlfinding i WordPress for mere information. (denne meddelelse blev tilføjet i version 6.7.0). in /mnt/wordpress_data/fo.kris/wp-includes/functions.php on line 6121Aðalfundur felagsins verður hósdagin 19. mars kl 16.
Aðalfundur felagsins verður hósdagin 19. mars kl 16.
Hagtølini fyri árið 2019 vísa, at í alt 144 menniskju hava vent sær til KRIS í fjør, 35 fleiri áheitanir samanborið við 2018.
Kynsbýtið í 2018 er 79 kvinnur og 30 menn, meðan 2019 vísir, at kynsbýtið er 102 kvinnur og 42 menn
Beinta M. Pedersen, forkvinna í KRIS, greiðir millum annað frá sanginum “Nýggjar leiðir”, ið Bjarki Hansen syngur, og sum Kris hevur givið út.
Hoyr sendingina herhttps://kvf.fo/netvarp/uv/2020/01/25/kaffidussur-vi-beintu-m-pedersen
Nýggjar leiðir kann hoyrast her:
Stóra takk fyri gávuna, sum Betri Stuðul hevur valt at lata KRIS í ár. Tað er hjartanemandi at síggja, at so mong menniskju hava valt at nevna KRIS í samband við útlutan av peningagávu, og stóra takk skulu tit øll hava fyri tað.
At enda fara vit at ynskja tykkum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað komandi ár
Jólagleði, familja, vinir og kenningar koma saman – stór og smá. Tað angar av góðum mati, kertuljós eru tendraði . Nýggju klæðini verða tikin í brúk, Húsini eru vaskaði, bakstur er bakaður. Fólk eru spent til jólaaftan.
Persónurin í hesi søgu er ónavngivin, av tí at hendan søgan er eisini veruleiki í Føroyum.
X situr og hugsar: Hví eri eg ikki glað tá tað nærkast jólum ? Tað eigur man jú at vera. X er vorðin mamma í hesum árinum. Maðurin og líttla dótturin fara at verða saman við familjuni hjá X jólaaftan, har verða umleið 25 fólk , familjan er stór.
Gubbi X, sum er mammubeiggi hennara, er eisini við í ár saman við síni konu og trimum børnum.
X far ilt í búkin um tankan at gubbin eisini kemur. Tá X var ein lítil genta, bleiv hon seksuelt misbrúkt av gubba sínum. X hevur ikki fortalt hetta fyri nøkrum.
Mong eru tey sum ikki hava sett hol á “byldin” – loyndarmálið heldur fram…. Tískil veit ongin nakað og kunnu onki gera fyri at hjálpa. Krenkarin hevur enn fastatøkur á mongum.
Hjálp er at heinta !!!!
Far inn á heimasíðuna: kris.fo
Kris facebook.Boðklivin
Ring 44 81 81
Nú eru øll 4 heftini, ið Kris hevur føroyskað, teldutøk. http://kris.fo/leinkjur/
Orsøkirnar til tess eru fleiri, tí nógvar ymiskar umstøður gera seg galdandi:
• Børn, ið eru fyri kynsligum ágangi, vísa sjáldan týðilig tekin um ágangin
• Ein skemmari hevur eingi serstøk eyðkenni
• Tabuiseringin ger tað torført at seta orð á, bæði fyri sær sjálvum og fyri øðrum
• Kynsligur ágangur kann vera eitt av fleiri sálarligum og/ella sosialum vandamálum hjá skemmara, barni ella familju, og harvið verður truplari at staðfesta hann
• Harafturat kann ein skeiv ákæra um kynsligan ágang hava álvarsligar persón ligar og sosialar avleiðingar fyri tann, ið er undir illgruna.
• Somuleiðis kann óttin fyri at loypa óneyðugan ekka á ella fyri at elva til kreppu hjá ofrinum og familjuni vera ein forðing, tí „hvat nú, um tað bara eri eg, ið síggi trøll á alljósum degi?“
• Av tí at ein illgruni oftast er grundaður á ógreið tekin um vantrivnað – ein varhuga – er trupult at taka stigið frá illgruna til inntriv.
EINGIN ENDALIGUR SVARLISTI
Kynsligur ágangur er bert ein av fleiri orsøkum til, at børn og ung vísa tekin um vantrivnað ella frávíkjandi atburð. Samstundis vísa summi børn sera ógreið ella als eingin sjónlig tekin, hóast tey hava verið fyri ágangi. Vantrivnaður eigur at viðgerast í síni heild og setast í samband við aðrar fyritreytir í lívinum hjá barninum ella tí unga. Skulu foreldrini skiljast? Eigur barnið ein eldri beiggja, ið møguliga kann hava sett sína kynsligu sjóneyku á yngru systkini? Eingin endaligur svarlisti er at taka til fyri at varnast ella avdúka kynsligan ágang. Í staðin kunnu vit leita okkum vitan um, hvørjar sálarligar og sosialar avleiðingar kynsligur ágangur hevur, og á tann hátt duga betur at meta um ein illgruna.
—–
Tá ið vaksin fremja ágang – er fyrsta heftið av fýra, ið eru ætlað vaksnum. Í hesum hefti fært tú breiða kunning um, hvat kynsligur ágangur ímóti børnum er.
Tá ið illgrunin kyknar – er næsta heftið. Her eru ráð um, hvussu tú kanst bera teg at, um tú sum foreldur, avvarðandi ella fakfólk fært illgruna um, at eitt barn er fyri kynsligum ágangi.
Tá ið illgrunin verður til mál – er triðja heftið. Her kanst tú lesa um, hvussu ítøkilig mál um kynsligan ágang verða handfarin, og hvussu tú sum vaksin – hvørt tú ert foreldur, avvarðandi ella fakfólk – eigur at bera teg at í sambandi við málsviðgerðina.
Tá ið ágangurin ferðast kring heimin – er fjórða heftið. Hetta heftið er ætlað foreldrum ella fakfólki, ið vilja vita meira um filmar og myndir av ágangi móti børnum, um hvussu alt verður framleitt og breitt út, um hvat verður gjørt, og um hvat kann gerast í stríðnum ímóti ólógligu myndunum.
Stríðið móti kynsligum ágangi
Eins og Red Barnet vil KRIS stríðast ímóti kynsligum ágangi ímóti børnum.
Børn hava rætt til at vera børn og eiga ongantíð at verða tvingað til kynsligt samband. Øll børn kunnu vera í vanda fyri kynsligum ágangi, men førleikaveik børn eru í størri vanda enn førleikasterk børn.
Børn, sum vaksa upp í ótryggum umhvørvi og eru nógv einsamøll, eru viðkvæmari, tá ið vaksin skemmari vísir teimum umsorgan og tann hátt roynir at fáa samband í lag við tey.
Eingir skemmarar eru líka
Hugmyndin um tann eyðkenda kynsliga skemmaran við feittutum hári og í knarvakoti samsvarar sjáldan við veruleikan.
Tað er ein sannroynd, at teir sleppa sjáldan at vera saman við børnum, og tí – sjálvt um teir vildu – hava ikki nógvar møguleikar at fremja kynsligan ágang. Í staðin mugu vit staðfesta, at vaksin, sum finna røttu løtuna til at fremja kynsligan ágang ímóti børnum og ómyndigum, eru ógvuliga ymislig fólk.
Vit vita, at ein stórur partur av ágangi hendir í húskinum ella í nærumhvørvinum. Ein minni partur hendir á dagstovnum, í skúlum og í sambandi við frítíðarvirksemi.
Frá vinalagi til kynsligan ágang
Hjá vaksnum kann vera trupult at taka støðu til ta sosialu tilveruna, ið børn og ung liva í á netinum. Men kynsligur ágangur kann eisini fara fram gjøgnum talgildar miðlar. Talan kann vera um børn og ung, ið gera seg inn á hvørt annað, og um vaksin, ið gera seg inn á børn. Til dømis kann ágangurin koma fyri, eftir at skemmarin í langa tíð hevur bygt upp eitt vinalag og so lokkar ofrið at hava kynsligt samband t.d gjøgnum vevmyndatólið ella við at hittast.
Við vitan kann kynsligur ágangur fyribyrgjast
Vitan er sterkasta vápnið, tá ið støða verður tikin til kynsligan ágang fakliga og persónliga bæði í samband við tað fyribyrgjandi arbeiðið, tá ið illgruni kyknar og í heilt ítøkiligum málum.
Bæði foreldur og fakfólk, sum dagliga eru um børn, hava tørv á vitan og amboðum, fyri at veita børnunum ta verju, tey hava rætt til.
Kynsligur ágangur er bert ein av fleiri orsøkum til, at børn og ung vísa tekin um vantrivnað ella frávíkjandi atburð. Samstundis vísa summi børn sera ógreið ella als eingin sjónlig tekin, hóast tey hava verið fyri ágangi. Í øllum førum eiga vit vaksnu at fara til verka, um eitt barn t.d. hevur angist, fer lætt at gráta, hevur ilt við at sova o.s.fr.
Eingin endaligur svarlisti er at taka til fyri at varnast ella avdúka kynsligan ágang. Tí eiga vit at leita okkum vitan um, hvørjar sálarligar og sosialar avleiðingar, kynsligur ágangur hevur, og á tann hátt duga betur at meta um illgruna.
KRIS vónar, at hesar útgávur kunnu vera við at stuðla foreldrum og fakfólki í stríðnum móti kynsligum ágangi á børn.
Heftini, sum eru uttan kostnað, kunnu fáast við at venda sær til: kris@kris.fo
Kris vil fegin takka Jólamerkjagrunninum fyri stuðul til hesar útgávurnar, Red Barnet fyri útlutan av tilfari og Sprotanum fyri gott samstarv í sambandi við rættlesur og útgávu. Høvuðsstuðul hjá KRIS er BankNordik.
KRIS bjóðar eisini skeið til tannlæknar. Evni: Kann tannlæknaræðsla hava samband við kynsligan ágang ?
Kann ræðslan hava samband við seinárin av kynsligum ágangi?
Sambært hagtølum, hava 93 fólk vent sær til KRIS higartil í ár. Eitt av seinárinunum er ótti fyri at fara til tannlækna. Ræðsla fyri at noyðast at liggja flatur niðri, at føla seg fasthildnan, hava opnan munn og fáa trýst amboð og fingrar í munnin, kann verða ein sera stór avbjóðing.
Skeiðið er ætlað starvsfólki á tannlæknastovum, ið hava beinleiðis samband við viðskiftafólk. Tað er eisini sera umráðandi at barnatannlæknar/røktarar eisini fáa vitan innan evni.
SKRÁ:
Nógv eru tey, sum hava stórar trupulleikar av at fara til tannlækna, vegna kynsliga áganginum, tey vóru fyri sum børn og ung.
Kvinna sigur frá
Í hesum sambandi kemur ein føroysk kvinna at greiða frá sínum upplivingum og ótta fyri at fara til tannlækna, vegna kynsliga áganginum henni var fyri sum barn og ung.
Kanning frá 2010 av 1132 donskum tannlæknum og – tannrøktarum vísir, at:
“…38 % på et tidspunkt har haft mistanke om overgreb eller omsorgssvigt mod et barn. Heraf anmeldte ca. en tredjedel (34%) deres mistanke til de sociale myndigheder. De væsentligste barrierer i forbindelse med at underrette sin mistanke er usikkerhed vedrørende observationer og frygt for, at det vil udløse vold mod barnet i hjemmet samt manglendekendskab til inderretningsprocedurer.”
Sum einasti stovnur í landinum arbeiða vit við seinárinum av kynsligum ágangi.
Vit vilja bjóða tykkum at koma til okkara at fáa meiri vitan innan evnið, soleiðis at tit verða betri ílatin til at handfara tykkara viðskiftafólk, sum hava tað ringt við at leggja seg í stólin, tá tannlæknin fer til verka.
Skeiðið er til øll starvsfólk á eini tannlæknastovu og varir í 2 tímar inkl. einum lítlum steðgi.
Cirka én ud af 10 danskere har været udsat for seksuelle overgreb i barndommen. De lider ofte af voldsom tandlægeskræk og skal behandles med medfølelse og hensyn, skriver Tandlægebladet.
Bladet peger på en norsk undersøgelse fra 2001, der viser, at 75 % af de kvinder, der som børn havde været udsat for seksuelle overgreb, led af høj grad af tandlægeskræk.
Og en anden undersøgelse fra Institut for Klinisk Odontologi i Oslo kommer frem til nogenlunde samme resultat.
Kroppen invaderet
At de dårlige oplevelser fra barndommen kommer frem, når man ligger i tandlægestolen, har flere årsager. Kuno Sørensen er psykolog hos Red Barnet, og han møder mange børn, der har været misbrugt seksuelt.
– Mennesker, der har oplevet seksuelle overgreb, har været udsat for, at deres krop er blevet invaderet af nogen udefra. Når de senere i livet kommer ud i situationer, der har lighedspunkter med overgrebet, kan det reaktivere de traumatiske oplevelser, forklarer Kuno Sørensen.
Han understreger, at det er vigtigt, at tandlægerne er opmærksomme på de reaktioner, som de pågældende børn kan have hos tandlægen: Enten kæmper de voldsomt imod, eller også gør de det modsatte; nemlig lukker helt af og går ind i en slags dvaletilstand, hvor de lukker smerten ude.