
Vit veita…..

eventorganiser
domain was triggered too early. This is usually an indicator for some code in the plugin or theme running too early. Translations should be loaded at the init
action or later. Please see Debugging in WordPress for more information. (This message was added in version 6.7.0.) in /mnt/wordpress_data/fo.kris/wp-includes/functions.php on line 6121twentysixteen
-domænet blev udløst for tidligt. Dette er normalt en indikator for, at noget kode i pluginet eller temaet kører for tidligt. Oversættelser bør indlæses ved init
-handlingen eller senere. Se venligst Fejlfinding i WordPress for mere information. (denne meddelelse blev tilføjet i version 6.7.0). in /mnt/wordpress_data/fo.kris/wp-includes/functions.php on line 6121Sjálvhjálparbólkar fyri kvinnur byrja eftir heystfrítíðina
Hvar ?
Í hølinum hjá KRIS á Toftum
Hvussu ofta ?
12 ferðir
Hvussu leingi ?
2 tímar
Hvønn eru bólkarnir til?
Sjálvhjálparbólkar til tey, ið ynskja at vera saman við øðrum, ið eisini hava upplivað kynsligan ágang.
Allir bólkarnir hava ein bólkaleiðara, ið hevur ábyrgd av bólkinum.
Tað eru í mesta lagi 6 persónar í hvørjum bólki.
Ynskir tú at melda teg til ella at vita meiri, skriva til info@kris.fo ella ring á tel. 44 81 81.
KRIS bjóðar undirvising til skúlar og stovnar kring landið.
Undirvíst verður og øðrum vaksnum, sum arbeiða við børnum og ungum.
Eisini bjóða vit undirvísing til námsfrøðilesandi, sum ynskja at nema sær meira vitan um evnið.
Fyrsta undirvísingin eftir summarsteðgin, var til ein evnisdag, har ynski var meira vitan og kunning um, hvussu vit leggja merki til tekin, ið kunnu benda á kynsligan ágang.
Hevur hetta tykkara áhuga, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum á info@kris.fo.
Undirvísingin kann tillagast eftir tykkara tørvi.
UNDIRVÍSINGIN ER ÓKEYPIS
Sum ein partur av samstarvsmenning og vitanarútbýting við grannalond okkara, vóru umboð fyri KRIS á vitjan hjá Stigamót í Reykjavik í mai.
Stigamót er, eins og KRIS, ein miðstøð, ið veitir hjálp til vaksin, ið hava seinárin av kynsligum ágangi í barnaárunum.
Høvuðssætið hjá Stigamót er í Reykjavik , men ferðast tey eisini runt í landinum, fyri at veita hjálp og vegleiðing.
Endamálið við vitjanini var , sum áður nevnt, at deila vitan og byggja upp samstarv við okkara starvsfelagar í grannalandi okkara.
Hetta var fyrsta av fleiri tilrættaløgdum vitjanum til grannalond og siggja vit fram til eina spennandi og læruríka tíð.
1. juni 2022 varð barnaváttanarlógin sett í gildi. Endamálið við lógini er at verja børn og ung ímóti kynsligum ágangi. Lógin kann lesast her.
Sambært barnaváttanarlógini skulu landsstovnar, kommunalir stovnar, feløg, felagsskapir v.m. fáa barnaváttanir til vegar, áðrenn persónur verður settur í starv ella verður settur til ávísa uppgávu, ið ber í sær beinleiðis og regluligt samband við børn undir 15 ár. Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur tískil í samstarvi við Føroya Politi, Dátueftirlitið og Undirvísingarstýrið orðað eina vegleiðing, ið kunnar um nýggju lógina. Til ber at lesa vegleiðingina her.
Harumframt hevur Undirvísingarstýrið undir Uttanríkis- og mentamálaráðnum gjørt eina mannagongd fyri undirvísingarverkið, tá ið nýggj størv skulu setast eftir gildikomu lógarinnar. Mannagongdin kann helst eisini nýtast sum íblástur hjá øðrum og kann lesast her.
Umframt at hava skrivað part av vegleiðingini hevur Føroya Politi gjørt eina frágreiðing á heimasíðuni, sum í stuttum lýsir, hvat ein barnaváttan er, eins og leinki er til serliga oyðublaðið og telduforrit, tá ið søkt verður um barnaváttanir. Kunningin frá Politiinum kann lesast her.
Fólkatingsins umboðsmaður hevur í síni ársfrágreiðing fyri 2011 bls. 57-61 viðgjørt spurningin um barnaváttanir í sambandi við almennar setanir. Frágreiðingin kann lesast her.
Vit, sum dagliga eru um børn, kunnu ikki verja tey móti øllum illum í lívinum, men kunnu tosa við tey um kropp og mørk, soleiðis at tey skilja millum rætt og skeivt, læra at siga nei og kenna egin mørk.
Í síðstu viku var KRIS í Hvalbiar- og Sumbiar skúla og greiddi foreldrunum frá .
UM ILLGRUNI ER UM KYNSLIGAN ÁGANG MÓTI BØRNUM OG UNGUM
Okkara vón er, at tilbúgvingin kann vera við til at hjálpa, stuðla og vegleiða starvsfólki – og eisini teimum, ið hava upplivað kynsligan ágang. Tað er ein sannroynd, at tað í nógvum førum er trupult at vita, hvussu ein skal handfara eina slíka støðu. Harumframt er ikki óvanligt, at ein sum starvsfólk ella privat persónur kann koma í eina tvístøðu viðvíkjandi, nær fráboðast skal ella ikki. Hesi ivamál kunnu í onkrum førum vera við til, at ágangurin kann halda fram og/ella at neyðuga hjálpin ikki verður veitt viðkomandi til rætta tíð.
Aðalfundur verður mikudagin 23 mars kl 17.00 í hølum felagsins á Kneysum 6, Toftir.
Skrá samb. lógum felagsins.
KRIS
KRIS hevur síðan januar 2020 verið úti á skúlum og undirvíst lærararum og næmingum í føroysku fólkaskúlunum.
Endamáliðvið undirvísingini er, at børn og ung ikki koma í vandastøður, har tey kunnu vera fyri kynsligum ágangi, og at menna teirra vitan og kunnleika um evnið, so tey duga betri at handfara støður, i samband við mørk og ágang.
Undirvíst hevur verið fyri lærarum og øðrum vaksnum, sum arbeiða við børnum og ungum. Eisini fyri námsfrøðilesandi, sum hava ynskt at nema sær meiri vitan um evnið.
Hjá lærarum hava vit verið inni á evnum sum: Hvat er kynsligur ágangur, møgulig tekin og atburður, ið kunnu benda á kynsligan ágang, um at spora børnini so tíðliga sum gjørligt, og um tað neyðuga tvørfakliga samstarvið.
Stutt eftir byrjan kom stígur í vegna Korona og var eingin undirvísing frá mars – august 2020.
Í september 2020 varð spakuliga byrjað aftur og hevur KRIS hesi bæði árini rokkið 438 lærarum og 552 næmingum.
Eftirmeting frá lærarum hevur verið jalig og sagt varð m.a., at ongin grund var fyri at stúra ella óttastfyriat farið var í smálutir, at undirvísingin innibar persónligar søgur, ella at tað fór at vera eitt sera kensluborið evni at hava, men hetta merktiskt ikki í undirvísingini.
Eisini varð sagt, at undirvísingin átti at verið fyri øllum, tí tað er ein samfelagsskylda, at forða fyri at nakað barn skal uppliva kynsligan ágang, og fyri at basa trupulleikanum, mugu vit tora at tosa um hann og síggja tekini. Eisini varð sagt, at tað serstakliga er gott, um lærarin sjálvur ikki setir seg føran fyri at tosa um kynsgøgn, kynsligan ágang, ring loyndarmál osv.
“Lærarar og námsfrøðingar burdu eisini móttikið slíka upplýsandi undirvísing. Bara við at upplýsa og vísa børnum, at vit tora at snakka um hetta, kunnu vit steðga møguligum kynsligum ágangi”.
Kalendarin fyri 2022 er við at fyllast og vóna vit í KRIS, at onki Korona verður, sum forðar fyri góðu gongdini.
Um onkur er, sum ynskir at fáa vitjan av okkum, so ber til at venda sær til kris@kris, ella ringja á tlf. 448181
Næstan hálvfjórða millión kom inn, tá ið felagsskapirnir KRIS og Sinnisbati skipaðu fyri stórum innsavningartiltaki í sjónvarpinum leygarkvøldið.
Vit eru sera takksom um hendan stóra stuðulin og ovfarnar, at so nógv kom inn, siga Beinta Pedersen, forkvinna í KRIS og Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata.
Við innkomnu stuðulspengunum, kunnu felagsskapirnir m.a. halda fram við at veita ókeypis tænastur og seta fleiri átøk í verk. Og samstundis, sum hetta var eitt innsavningartiltak, var endamálið at bróta tøgnina og varpa ljós á kynsligan ágang og sálarsjúku, sum framvegis er rættiliga tabuserað.
Við hesum stak góða úrslitinum staðfesta vit, at tað hevur eydnast og hvussu hjálpsamir føroyingar eru. Vit eru ógvuliga takksom og ynskja at takka øllum einstaklingum, fyritøkum og sjálvbodnum hjálparfólki fyri stóra stuðulin og álitið til okkum sum felagsskapir, siga forkvinnurnar.
Hjartans takk!
KRIS & Sinnisbati